Kvinnuhúsið 850 áheitanir í málum um harðskap

Kvinnuhúsið 850 áheitanir í málum um harðskap
Húsið er eisini farið at taka sær meira av málum um fíggjarligan harðskap
Talið á áheitanum á Kvinnuhúsið í harðskapsmálum gongur beint uppeftir.
 
08.04.2025 - 12:20

Kvinnuhúsið fekk í fjør 850 áheitanir, sum snúðu seg beinleiðis um harðskap. Og talið gongur bara beint uppeftir.

Tað sigur Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum.

 

Eyðvør Tausen Olsen.

 

Umframt likamligan og sálarligan harðskap er fíggjarligur harðskapur eisini nakað, sum Kvinnuhúsið sær meir av. Og tað er eisini eitt slag av harðskapi, sum Kvinnuhúsið fer at leggja størri dent á seinni í ár og næsta ár, sigur Eyðvør Tausen Olsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

 

08042025_Kvinnuhus

 

 

Fær 3,2 milliónir

Kvinnuhúsið í Havn hevur fingið 3,2 milliónir krónur úr grunninum "Skrædder Johannes Nolsøes legat."

Talan er um ein óvirknan grunn, sum Tórshavnar kommuna umsitur. Upprunaliga var ætlanin við grunninum at varðveita og endurskapa sonevnda "Skraddaragarðin" í Hoydølum til frama fyri almenningin, men grunnurin hevur ikki longur ræðið á økinum.

Á býráðsfundi í mars í fjør samtykti undanfarna býráð einmælt at taka undir við at taka grunnin av og lata Kvinnuhúsinum fæið. 

 

Nevnd og leiðsla í Kvinnuhúsinum og umboð fyri Tórshavnar býráð, tá fæið í "Skrædder Johannes Nolsøes legat" var handað í gjár. (Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Søkt varð tí um loyvi frá grunnamyndugleikanum, sum er Føroya landsstýri, um at avtaka grunnin. 

Sambært siðvenju á økinum er tað ein treyt fyri at kunna avtaka ein grunn, at grunnfæið verður latið til eitt endamál, ið er sambæriligt við endamálið hjá grunninum. Í hesum førinum er tað, ið stendir eftir í testamentinum “vanskeligt stillede børn”.

Mælt varð til tí til at lata Kvinnuhúsinum grunnafæið, sum nágreiniliga er 3.221.943,06 mió. kr., tá hetta endamálið lá næst endamálinum í testamentinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983