Landsstýrið stevnt um samráðingarrætt

Landsstýrið stevnt um samráðingarrætt
Føroysk miðlafólk hava nú stevnt landsstýrinum, tí tað vil ikki viðurkenna samráðingarrætt felagsins
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, og Georg L. Petersen, næstformaður í Føroyskum miðlafólkum, saman við Jógvani Páll Lassen, advokati felagsins, tá stevningin móti landsstýrinum varð latin Føroya rætti á í gjár.
 
08.04.2025 - 06:48

Føroysk miðlafólk hava nú stevnt landsstýrinum, tí tað vil ikki viðurkenna samráðingarrætt felagsins.

Stevningin var latin Føroya rætti í gjár.

Felagið sigur, at nú er endaliga greitt, at grundleggjandi rætturin hjá miðlafólki at skipa seg við egnum sáttmála í almenna public service stovninum Kringvarpi Føroya skal roynast í rættinum.

Stevningin var fráboðað eftir úrslitaleysan fund í Tinganesi mikudagin í síðstu viku.

Har vóru løgmaður, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og Lønardeildin við.

Bóðu um samráðingarrættin

22. mai í fjør bað felagið Føroysk miðlafólk um samráðingarrættin fyri limirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, serliga í Kringvarpinum, tá sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið fór úr gildi 1. oktober 2024. 

Men tað vildi landsstýrið ikki. 

Og samráðingar við landsstýrið endaðu so úrslitaleysar 2. apríl í ár.

Kravið í stevningini hjá Føroyskum miðlafólkum er stutt og greitt, at landsstýrið verður dømt at viðurkenna, at Føroysk miðlafólk er felag við avtalu- og samráðingarrætti fyri miðlafólk á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.

Felagið sigur, at politiska valdið í øllum okkara grannalondum hevur viðurkent rættin hjá miðlafólki í teirra almennu public service fjølmiðlum at skipa seg við egnum sáttmála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576