Ungfólk í Suðuroy: Náttbussur minkar rúskoyring

Ungfólk í Suðuroy: Náttbussur minkar rúskoyring
Kanning er gjørd um ung, rúskoyring og bilmentan
Náttbussur millum Tvøroyri og Vág hevði havt við sær, at færri koyrdu, tá tey eru rúsað, vísir kanningin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
09.04.2025 - 10:13

Náttbussur hevði minkað um rúskoyring, siga ungfólk í Suðuroy.

Sum er, er eingin náttbussur í Suðuroy. Ein náttbussur millum Tvøroyri og Vág hevði havt við sær, at færri koyrdu, tá tey eru rúsað. 

Tað eru ungir luttakarar í Suðuroy á einum máli um í nýggjari kanning um ung, rúskoyring og bilmentan.

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur gjørt kanningina í samstarvi við Ráðið fyri ferðslutrygd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøða eisini er við Eir Ólavsdóttir, forkvinnu í næmingaráðnum á miðnámsskúlanum í Suðuroy: 

 

09042025_Nattbussur

 

Les kanningina her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858