Bjarki Hansen sang saman við Bryan Adams

Bjarki Hansen sang saman við Bryan Adams
Duettin millum kanadiska og føroyska sangaran stendur eftir sum ein serstøk og minnilig løta í høllini Við Tjarnir
 
24.04.2025 - 09:59

- Hetta var púra spontant, segði Bjarki Hansen, sum, tá morgunsendingin fekk orðið á hann, ikki rættiliga var komin yvir stóru upplivingina, tá hann slapp at syngja saman við kanadisku heimsstjørnuni, Bryan Adams

Ein lurtari lýsti serstøku løtuna soleiðis:

- Meðan Bryan Adams sang fyri eini næstan fullari høll, hugdi hann nakrar ferðir til vinstru og segði okkurt um, at onkur sang við.

Løtu seinni byrjaði hann at spæla innleiðandi tónarnar til Straight from the heart, men fór ikki at syngja. Bryan Adams hugdi aftur til vinstru og segði: - You sing.

Síðani hoyrdist ein framúr góð rødd syngja fyrstu reglu í sanginum.

Tá segði Bryan Adams: - Come up here. Og so kom Bjarki Hansen á pallin.
 

1739653



Sí upptøku frá løtuni niðanfyri:

 

bjarki_ok

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762