Finalistarnir í Sement 2025 eru nú funnir

Finalistarnir í Sement 2025 eru nú funnir
Átta tónleikabólkar skulu kappast í ársins finalu
Finalistarnir í Sement 2025
Mynd: Tórsgøta  
 
24.04.2025 - 14:22

Leygarkvøldið 19. apríl varð seinasta innleiðandi umfar í tónleikakappingini Sement hildið í Reinsarínum í Havn. Í hesum sambandi eru finalistarnir til ársins finalu nú kunngjørdir. Talan er um átta bólkar, ið hava skarað framúr í teimum trimum innleiðandi umførunum og harvið tryggjað sær pláss8 í finaluni, sum verður leygarkvøldið 26. apríl. 

Teir bólkarnir, ið eru valdir til finaluna, eru:  

• Bolstad  

• Hans Andrias 

• Jarzhe  

• Karla Hansen  

• Ókendir  

• Óli 

• Ronja 

• Tunghoyrt 

Samlað hava 27 tónleikabólkar úr øllum landinum luttikið í ársins kapping, ið er met høg luttøka. 

 

Tvey eyka pláss í finaluni 

Umframt bólkarnar, sum vunnu seg víðari beinleiðis úr innleiðandi umførunum, varð eisini avgjørt at lata tvey eyka pláss til luttakarar, ið hava eyðmerkt seg serliga væl. Støði varð tikið í samlaða avrikinum hjá bólkunum í øllum trimum umførunum. 

Eftir gjølla umhugsan og innanhýsis kjak millum fyriskipararnar varð avgerð tikin um at geva hesi finaluplássini til rokkbólkin Tunghoyrt og sangkvinnuna Karlu Hansen, ið vaktu serligan ans í fyrsta umfarinum við sínum inniligu og fangandi framførslum. Hetta styrkir breiddina í finaluni og gevur møguleika fyri fleiri áhugaverdum tónlistafólkum, siga fyriskipararnir. 
 

Sement stuðlar nýggjum tónleikarum og styrkir tónleikaumhvørvið 

Sement hevur verið fastur táttur í føroyska mentanarkalendaranum síðani 2010 og hevur sum endamál at skapa karmar, har ókendir og óetableraðir tónleikabólkar kunnu royna seg á pallinum – og eisini verða hoyrdir av einum breiðum áhoyraraskara. Kappingin er fyriskipað av Reinsarínum og hevur verið lopfjøl hjá fleiri tónlistafólkum, sum síðan hava fingið fastan fót í føroyska og altjóða tónleikaheiminum. 

Kappingin gevur luttakarunum bæði sjónligheit, venjing í framførslu og netverk í tónleikaumhvørvinum. Harumframt hevur beinleiðis sjónvarpssendingin av finaluni stóran týdning fyri almenna atgongd og áhugan fyri tónleikainnsløgini. 


Framførslurnar fevna víða: frá inniligum løgum til orkumiklan metal 

Fyriskipararnir leggja dent á, at taað, sum eyðkennir Sement, er breiða tónleikafatanin og rúmleikin fyri ymsum sjangrum. Finalukvøldið bjóðar, sambært teimum, ein fjølbroyttan tónleikaligan pall, har áhoyrarar kunnu uppliva alt frá inniligum singer-songwriter-tónleiki og svøvandi R&B, til orkumiklan hip hop, eksperimenterandi indie og hartsláandi metal. 

Sambært fyriskiparunum er hetta eisini ein frálíkur møguleiki hjá áhoyrarum at síggja og hoyra tónleikarar, sum kunnu fara at seta sín dám á føroyskan tónleik í komandi árum. Finalan verður hildin leygarkvøldið 26. apríl klokkan 20 og verður, eins og undanfarnu árini, send beinleiðis í sjónvarpinum. 

 

Yvirlit yvir vinnarar 

Síðani byrjanina hevur Sement verið ein liður í tónleikasøguni í Føroyum. Her er eitt yvirlit yvir vinnararnar seinastu árini: 

2024: Gówa 
 2023: Aggrasoppar 
 2022: Marius DC 
 2021: Joe & The Shitboys 
 2020: Tamara 
 2019: Reality Bites 
 2018: Fróði Bjarnason 
 2017: Jasmin 
 2016: Blusette 
 2015: Konni Kass 
 2014: Lyon and The Color Storm 
 2013: The Absent Silver King 
 2012: Sleepless Ghosts 
 2011: Guðrun & Bartal 
 2010: Hamferð 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571