Hákun og Füchse Berlin í Champions League-endaspælið

Hákun og Füchse Berlin í Champions League-endaspælið
Hákun West av Teigum skeyt tvey mál, tá Füchse Berlin vann á Aalborg og spældi seg í sonevnda Final4 í Champions League fyri hondbóltsfeløg
Füchse Berlin vann trygt í Aalborg og Hákun West av Teigum skal tískil royna seg í Champions League-endaspælinum
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
30.04.2025 - 20:26

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir úr Füchse Berlin vunnu á Aalborg í 2. fjórðingsfinaluni og hava spælt seg í Final4 í Champions League. 

Føroyski vongurin skeyt tvey mál í 40-36 sigrinum hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum sostatt vann 77-65 samanlagt ímóti dønum.

Hetta verður sostatt annað árið á rað, at ein føroyingur er við í Champions League-endaspælinum. Síðsta kappingarár vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel við millum síðstu fýra.

Stóra hondbóltsvikuskiftið við hálvfinalum og finalu verður í Køln 14. og 15. juni.

 

Elias og Jóhan kappast um European League

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel eru ikki í fínasta evropeiska selskapinum í ár. Í staðin eydnaðist tað norðurtýskarunum at spæla seg í Final4 í European League við samanlagdum sigri á Limoges í fjórðingsfinalunum.

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg eru eisini millum bestu fýra liðini. Føroyski vongurin á danska landsliðnum skal spæla ímóti Melsungen í hálvfinaluni, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu og teir møta Montpellier.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878