Suðuroyartunnilin: Her eru skjølini

Suðuroyartunnilin: Her eru skjølini
Hevur tú brúk fyri at granska upplýsingarnar um Suðuroyartunnilin nærri við egnum eygum? So fært tú her eina hjálpandi hond.
 
30.04.2025 - 14:43

Sendingin “Suðuroyartunnilin og skuggatølini” byggir í stóran mun á skjøl, sum øll hava atgongd til. Á heimasíðuni hjá Føroya Løgtingi liggur uppskotið til løgtingslóg um Suðuroyartunnil, uppskot nummar 72 fyri tingárið 2024, og saman við uppskotinum liggja 61 fylgiskjøl. Hesi skjøl eru skriv frá ymsum stovnum og felagsskapum, váðametingar og frágreiðingar um fígging, trygd, ferðslu og annað, sum tilsamans skulu geva løgtinginum neyðugu upplýsingarnar fyri at taka støðu til lógaruppskotið. 

Skjølini finnast her.


Millum týdningarmestu skjølini eru hesi

Váðametingar:

  • Fylgiskjal nr 7, váðameting hjá Norconsult
  • Fylgiskjal nr 8, "Risikovurdering av landsgående ventilation í Suderøtunnelen" frá Sweco, sum er svensk verkfrøðilig ráðgevingafyritøka.
  • Fylgiskjal nr 4, Váðameting frá Sweco, sum lýsir 4 ymiskar farleiðir
  • Fylgiskjal nr 9, "Peer Rewiev and Second Opinon of Risk Analysis for Suðuroyartunnilin” frá Hoj Consulting

Fígging:

  • Fylgiskjal nr 11, fíggingarleisturin hjá Løgmansskrivstovuni
  • Fylgiskjal nr 12, fyrivarni Landsbankans
  • Fylgiskjal nr 48, hoyringsskriv frá Landsbankanum
  • Fylgiskjal nr 49, hoyringsskriv frá Fíggjarmálaráðnum, har m.a. dentur verður lagdur á, at aðrar neyðugar íløgur ikki kunnu gerast, um tunnilin verður gjørdur, og har sæst, at Fíggjarmálaráðið ikki tekur undir við útrokningini, sum sigur, at sparingin við ikki at hava Smyril er 146 mió um árið.

Harumframt hava vit brúkt onnur skjøl, sum vit hava umbiðið og søkt um innlit í. Henda váðametingin er til dømis grundarlagið undir talvuni í sendingini, sum vísir metta vandan fyri eldsbruna í fyribils ætlaða Suðuroyartunlinum og norska Lærdalstunlinum, har eldsvandin í Suðuroyartunlinum er munandi hægri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345