Landsstýrið hevur ongar ætlanir um eina installatørútbúgving í Føroyum

Landsstýrið hevur ongar ætlanir um eina installatørútbúgving í Føroyum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, sigur í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu, at ongar ætlanir eru um eina installatørútbúgving í Føroyum
Á Glasir ganga ung, ið læra til hárskera og elektrikara, men eingin installatørútbúgving er í Føroyum, og eingin ætlan er um eina tílíka, sigur landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen / Savnsmynd  
 
06.05.2025 - 08:32

Eingin ætlan er um at gera eina installatørútbúgving í Føroyum. 

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Hann sigur seg tó vera sinnaðan at viðgera málið, um tørvur vísir seg at vera á slíkari útbúgving.

 

Hanna spurdi

Hanna Jensen, løgtingskvinna, spurdi, um ætlan er at seta installatørútbúgving á stovn í Føroyum.

Landsstýrismaðurin sigur, at útbúgvingin var boðin út saman við maskinmeistaraútbúgvingini í Vinnuháskúlanum frá 1990 til 1992. 

Men undirtøkan minkaði tó skjótt burtur í næstan einki.

 

Kostar tríggjar mió. kr. 

Ein kostnaðarmeting skal takast við ávísum fyrivarni til tað er greitt júst hvat innihaldið í útbúgvingini vildi verið. 

Men til samanberingar kostar eitt skúlaár í miðnámi fyri ein flokk 1,5 mió kr.

Eitt semestur í professiónsbachelorútbúgving sum byggifrøðingar í hægri námi á Glasi kostar 600.000 kr.

Samanborið við hetta kostar ein útbúgving sum elinstallatør - hon tekur tvey ár - tvær til tríggjar milliónir krónur, sigur Djóni Nolsøe Joensen.


Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, undir einari vitjan á Glasi herfyri (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655