Fráboðanirnar til Kvinnuhúsið vóru met nógvar í fjør

Fráboðanirnar til Kvinnuhúsið vóru met nógvar í fjør
Eyðvør Tausen, leiðari í Kvinnuhúsinum, tekur undir við, at Føroyar eru eitt harðligt samfelag. Talið av fráboðanum til Kvinnuhúsið var met høgt í fjør
Mynd: Shutterstock.com  
 
07.05.2025 - 11:36

"Talið av fráboðanum um harðskap móti kvinnum er bara talið omaná veruliga talið," staðfestir Eyðvør Tausen, leiðari í Kvinnuhúsinum, sum hevur fingið met nógvar fráboðanir um harðskap móti kvinnum seinastu árini. Og talið bara veksur. 

"Vit hava eina tøgnmentan í Føroyum, ið hevur við sær, at vit hava nógv sonevnd skuggatøl, tá tað kemur til harðskap móti kvinnum."

Eyðvør Tausen, leiðari í Kvinnuhúsinum, tekur sostatt undir við niðurstøðuni hjá Tóru Petersen, granskara og sálarfrøðing, sum við støði gransking staðfestir, at Føroyar eru eitt harðligt samfelag. 

 

850 fráboðanir í fjør - og talið veksur

Í frágreiðingini um virksemið hja Kvinnuhúsinum í fjør stendur, at tað komu 850 fráboðanir, ið beinleiðis snúðu seg um harðskap.

Nýggjastu tølini vísa soleiðis - eins og árið fyri - aftur ein vøkstur í talinum. 

"Í mun til árið frammanundan, so er vøksturin áleið 25 prosent. Og árið áðrenn tað, var tað 30 prosent, so tað gongur bara beint uppeftir, kann mann siga," sigur Eyðvør Tausen, leiðari í Kvinnuhúsinum. 


Talið av fráboðanum, ið koma til Kvinnuhúsið um harðskap móti kvinnum, veksur skjótt (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
 

Nógv skuggatøl

Hóast talið av fráboðanum er vaksandi, so heldur leiðarin í Kvinnuhúsinum, at hetta eru bara tølini sum eru omaná 

"Vit liggja øgiliga høgt, men her eru ræðuliga nógv skuggatøl, so eg eri bangin fyri, at vit liggja nógv hægri enn onnur lond, tá tað kemur til harðskap móti kvinnum."

Tað sama vísti Tóra Petersen, sálarfrøðingur og granskari, á í gjár, tá hon greiddi frá niðurstøðunum í nýggjari grein um harðskap í Føroyum

"Vissi vit samanbera okkara úrslit við 300 kanningar útí í heiminum, har tvær milliónir fólk eru spurd, so síggja vit, at tað, sum eitur harðskapur í nærsambondum, er hægri her í Føroyum," staðfesti Tóra Petersen. 


Eyðvør Tausen, leiðari í Kvinnuhúsinum

 

Almennu tølini geva skeiva mynd

Sambært Eyðvør Tausen, leiðara í Kvinnuhúsinum, so samsvara tey almennu tølini í Føroyum rættiliga væl við tølum úr øðrum londum.

"Tað vil siga, at tað eru áleið 40 prosent av kvinnunum, sum uppliva harðskap í parlagnum onkuntíð í livinum, kanska 40 prosent av børnum, og 10-20 prosent av monnum."

Men har er eitt men. 

"Venda vit aftur til skuggatølini, so finnast tey í øllum londum. Kortini er orsøk til at halda, at tey eru hægri í Føroyum," staðfestir leiðarin í Kvinnuhúsinum.

"Tað, at vit búgva í einum lítlum samfelag, har tað er ein sterk tøgnmentan."

 

Lítil samfeløg geva skammaranum ágóðar

Hetta er eisini nakað, ið javnan kemur til sjóndar í virkseminum hjá Kvinnuhúsinum.

"Øgiliga nógv harðskapsrakt eru bangin fyri at siga frá og biðja um hjálp. Tey hugsa øgiliga nógv um at vinfólk kunnu vera í familju við maka, ið fremur harðskapin. Allar hesar relatiónirnar ganga inn í hvørja aðra, tá samfelagið er so litið."

Tey tættu sambondini bera altso í sær, at tey, sum uppliva harðskap, eru eyka viðkvom.

"Tað merkir hinvegin eisini, at tann sum fremur harðskapin í roynd og veru kann fáa ágóðan av at samfelagið er so lítið," sigur Eyðvør Tausen, leiðari í Kvinnuhúsinum. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. juni
Guðstænasta
192678
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 10 MANNAFØR
192646
Leygardag 31. mai
Norðoyastevna 2025: 5 MF KVINNUR
192643