Nýggja kirkjan á Glyvrum verður søgulig

Nýggja kirkjan á Glyvrum verður søgulig
Kirkjan á Glyvrum verður fyrsta kirkja, ið verður bygd eftir at fólkakirkjan í 2007 gjørdist føroyskt málsøki
Soleiðis fer nýggja Glyvra kirkja at síggja út
Mynd: SNA Arkitektar  
 
07.05.2025 - 12:14

Kirkjuráðið í Glyvra kirkju hevur fingið loyvi frá Mentamálaráðnum at senda út útbjóðingartilfar til fyritøkur í Føroyum, sum halda seg til at byggja nýggja kirkju á Glyvrum.

Føroya stiftsstjórn hevur eisini góðkent útbjóðingina. 

Nýggja kirkjan á Glyvrum verður sostatt fyrsta kirkja, sum verður bygd eftir at fólkakirkjan í 2007 gjørdist føroyskt málsøki.


Soleiðis fer nýggja Glyvra kirkja at síggja út innan (Mynd: SNA Arkitektar)
 

 

1140 fermetrar og 700 sitipláss

Kirkjan, sum verður 1.140 fermetrar til støddar og fer at hava góð 700 sitipláss, verður bygd beint niðanfyri landsvegin - nærindis gomlu kirkjuni.

Eftir ætlan, skuldi spaki setast í til nýggju kirkjuna í 2019, men ymisk ivamál hava verið, sigur Bogi Olsen, formaður í kirkjuráðnum á Glyvrum.

Men fígging er fingið til vega, vissar Bogi Olsen um.

 

Óvist hvør prísurin verður

Spurningurin er, hvat kirkjan fer at kosta? Í 2007 var hon mett at kosta 60 miljónir krónur.

"Tað er øgiliga trupult hjá mær at siga, hvat kirkjan fer at kosta, men tað er lítið sannlíkt, at tann prísurin fer at halda," sigur Bogi Olsen. 

Kirkjuráðið skal sjálvt syrgja fyri einum triðingi, ið skal rindast kontant sum eginpeningur, próvstadømisráðið skal rinda ein triðing og landið seinasta triðingin.

Bogi Olsen, formaður í kirkjuráðnum á Glyvrum, sigur, at støða er enn ikki tikin til, hvat skal henda við gomlu kirkjuni.

Bygdirnar Skipanes, Søldarfjørður, Lamba, Lambareiði, Glyvrar, Saltangará og Runavík hoyra til Glyvra kirkju

 

1741941

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947