
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óli miðar eftir tindunum – fet fyri fet
Óli miðar eftir tindunum – fet fyri fet
Óli Mittún er ein glaður 19 ára gamal hoyvíkingur, sum hevur lagt hondbóltsheimin fyri sínar føtur. Størsti dreymurin er at vinna Champions League

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
07.05.2025 - 07:30
- Eg ætli mær at vinna Champions League.
Óli Mittún situr við eitt av borðunum í kantinuni í Norðurlandahúsinum og drekkur kaffi. Hann telist millum evnaríkastu hondbóltsspælarar í heiminum. Tað siga bæði venjarar og viðmerkjarar, men hoyvíkingurin sjálvur er jarðbundin.
IK Sävehof-spælarin við kviku fótunum og eyðkenda purluta hárinum er heima í Føroyum eftir hálvfinaluósigur ímóti Ystads fyri kortum. Dreymurin um enn eitt svenskt meistaraheiti brast, og tað nívur nakað, men afturfyri ber til at koma heim til Hoyvíkar at venda, áðrenn teir báðar EM-undankappingardystirnar ímóti Kosovo og Ukraina hesa vikuna. Úrslitini í Pristina hósdagin og á heimavølli sunnudagin gera av, um hondbóltsmenninir skulu til Oslo í januar.
Hóast Óli Mittún hevur verið valdur til ársins spælara í svenskum hondbólti og kundi tikið eitt longri lop, hevur hann valt eina yrkisleið, har hann flytur seg fet fyri fet. Óli Mittún skiftir í næstum til siðbundna og væl lýdda danska felagið GOG. Hetta er eitt tilvitað val í royndini at leggja afturat sínum spæli og sínari menning.
- Eg kundi verið farin til eitt toppfelag í Týsklandi, men eg velji hetta fyrst. GOG er ein talentfabrikk, har flestu av donsku landsliðsspælarunum hava spælt sum yngri, sigur Óli Mittún og nevnir millum annað Mathias Gidsel og Simon Pytlick.
Michael Apelgren, fyrrverandi venjari hjá Óla Mittún í IK Sävehof, og føroysku landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti M. Jacobsen, eru ikki í iva. Óli Mittún er eitt talent í heimsflokki. Nú ætlar spæliglaði hoyvíkingurin sær til EM-endaspælið við landsliðnum og at taka næsta fetið á leiðini ímóti hægstu tindunum í hondbóltsheiminum.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
Óli Mittún tosaði við Trónd Arge í Norðurlandahúsinum afturvið einum kaffimunni. Hoyrið samrøðuna við landsliðsspælaran omanfyri.
Lítlibeiggin í Hoyvíkshøllini
Tey flestu kenna søguna um nógvu tímarnar í ítróttarhøllini í Hoyvík. Saman við eldru systkjunum Paula og Janu Mittún, systkinabørnunum Eliasi og Róa Ellefsen á Skipagøtu, og vinmonnum sum landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen, spældi Óli Mittún óteljandi tímar í høllini. So nógvar, at húsavørðurin javnan mátti reka tey á dyr.
- Vit vildu bara spæla hondbólt, sigur Óli Mittún brosandi.
- Men tað er ein orsøk til, at vit hava fortalt hesa søguna hundrað ferðir. Tað hevði stóran týdning fyri okkum, at vit høvdu lykilin til høllina.
Óli Mittún verður av fleiri lýstur sum lítlibeiggin í hesum spælitímunum. Pauli, Jana og Elias eru øll eldri enn Óli, og tað gav at bíta í høllini viðhvørt.
- Ja, tað var ofta, at Pauli og Jana máttu ringja til mammu og babba og siga, at Óli grætur, og at tey máttu koma eftir mær. Tey hava kanska snýtt meg og sagt, at eg havi gjørt fet ella okkurt líknandi. So eri eg blivin óður, greiðir Óli frá.
Óli er vanliga ein glaður ungur maður, men sigur, at hann kann blíva óður, tá okkurt kennist órættvíst. Kanska hevur leikluturin sum lítlibeiggi gjørt, at hann eisini tolir meira av í dag.
Hoyvíkingurin hevur altíð verið glaður fyri ítrótt og royndist eisini væl sum fótbóltsspælari, men sum 14 ára gamal bleiv fótbólturin eitt ítriv, og hann fór at satsa upp á hondbóltin.
SÍ EISINI: Dreymurin um eitt hondbóltslív
- Tá tú kemur úr eini hondbóltsfamilju, hevur tú einki val, sigur Óli Mittún í skemti. Bæði foreldrini, Petur Mittún og Ann Ellefsen, hava spælt hondbólt. Óli royndi seg eisini við kurvabólti, borðtennis og eitt skifti við badminton.
- Eg havi altíð elskað allan ítrótt, sigur hoyvíkingurin.
Spæligleðin sermerkir Óla
Í 2021 ætlaði Óli Mittún sær á eftirskúla í Oure. Hann fór avstað, men ein skaði og vantandi hugur gjørdu, at ungi hondbóltsspælarin skjótt kom heim aftur. Hann slapp á besta liðið hjá H71, og hondbóltsgávurnar vóru ikki til at taka feil av.
Hjalti M. Jacobsen, sum nú er hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, hevur verið ungdómslandsliðsvenjari hjá Óla Mittún øll árini. Hann er ikki í iva um, at hoyvíkingurin hevur tað, sum skal til fyri at røkka upp á hægstu tindarnar í hondbóltsheiminum. Eitt eru likamligu førleikarnir, men sermerkt við Óla er spæligleðin.
- Hann elskar at spæla hondbólt. Hann kann finna uppá at standa og skjóta upp á mál ella at spæla bólt saman við børnunum, ið eru í høllini, aftaná eina tveir tímar langa og harða venjing, sigur Hjalti M. Jacobsen, sum ein sunnumorgun sá, júst hví Óli fór at koma langt.
- H71 hevði vunnið eitt steyp dagin fyri, og vit vóru til eitt venjaraskeið. Tá hevði Óli sett sær nakar keylur upp í høllini og vandi skot. Eg visti, at hann var góður, men tá eg sá tað, visti eg, at hann fór at koma langt. Tá tú ert sinnaður at gera alt tað modna arbeiði dagin eftir at hava vunnið steyp, hevur tú allar fortreytirnar at koma langt, fortelur Hjalti M. Jacobsen.
Óli Mittún kennir seg aftur í útsøgnunum hjá hjálparvenjaranum.
- Serliga hatta við at skjóta upp á mál aftan á venjing. Tað er fyri tað mesta Pauli Jacobsen, málverjin, sum sigur, at vit skulu fara at skjóta upp á mál. Eg havi onkuntíð sæð børn spælt verja móti álopi. Tað kann eg relatera til, og tí fái eg hug líka at spæla nøkur álop við teimum, sigur Óli Mittún.
Hoyvíkingurin dugir mangt hondbóltskynstrið, men hóast tað sær lætt og ómakaleyst út, tá føroyski landsliðsspælarin fintar og lumpar mótleikararnar á stóru leikvøllunum, liggja nógvir tímar av hørðum arbeiði aftanfyri. Men hjá Óla verður tað mesta gjørt við einum smíli.
Hvør ger hvat: Tá teir ikki spæla hondbólt, tosa teir um hondbólt. Óli Mittún saman við eldra systkinabarninum Eliasi Ellefsen á Skipagøtu til landsliðsvenjing (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Til Sävehof í fótafetunum hjá Eliasi
Í mars í 2022 skifti tá 16 ára gamli Óli Mittún til IK Sävehof. Tað er felagið, sum skipar fyri Partille Cup. Óli hevur luttikið í fleiri kappingum, og enntá vunnið dystir móti IK Sävehof. Tað hjálpti eisini, at systkinabarnið Elias Ellefsen á Skipagøtu, longu var í felagnum.
Ætlanin var, at Óli Mittún skuldi vera triðja val á spælskiparaplássinum, men skaðar gjørdu, at ungi hoyvíkingurin fekk fulla spælitíð. Venjari var Michael Apelgren, sum í dag er svenskur landsliðsvenjari og venjari hjá ungarska Champions League-felagnum Pick Szeged.
- Eg visti, at hann var evnaríkur, men eg tordi ikki at trúgva, at hann kundi blíva ein lyklaspælari so skjótt eftir skiftið. Nakrir spælarar hava bara ein X-Faktor, sum kann vera ringur at seta orð á. Óli er ein spælari, sum avger dystir, og tað er neyðugt at hava slíkar spælarar í feløgum, sum spæla um heiðursmerki og steyp, sigur Michael Apelgren.
- Í mínum seinasta ári sum venjari var hann mín besti og týdningarmesti spælari. Tað sigur ikki so lítið, tá vit millum annað vunnu á Hannover úr Bundesliguni í Evropa.
Nú, trý ár seinni, er tíðin komin hjá Óla Mittún at flyta seg víðari. Hann hevur í tíðini í IK Sävehof vunnið meistaraheitið í 2024 og svensku steypakappingina í 2022. Hoyvíkingurin ætlaði at seta punktum við enn einum meistaraheiti, men tað eydnaðist ikki.
- Tað er súrt, at vit taptu í hálvfinaluni. Eg havi spælt í Sävehof í trý ár, og tað hevur gingið skjótt framá. Hetta hevur verið ein skeg tíð, sigur Óli Mittún.
GOG er eitt heppið felag
Peter Bredsdorff-Larsen er føroyskur landsliðsvenjari. Danin vil ikki hoyra talan um, at Óli Mittún er heppin at sleppa til GOG. Heldur er tað umvent.
- Óli kundi verið farin til eitt og hvørt felag, so GOG er heppið at fáa hann, sigur Peter Bredsdorff-Larsen avgjørdur.
Hann heldur fyri, at hoyvíkingurin lættliga kann náa at spæla tíggju ár í týsku Bundesliguni, sjálvt um hann hevur valt at skifta til GOG nú.
- Onkur heldur kanska, at Óli skuldi valt eitt toppfelag í Evropa nú, men tað eru eisini menniskjaligar avleiðingar við tí. Óli fær góðar vanar, góðar venjingar og ein góðan gerandisdag í GOG, sigur føroyski landsliðsvenjarin.
Michael Apelgren er ikki í iva um, at Óli Mittún kann spæla á hægsta stigi, men hann leggur dent á, at Óli nú skal prógva seg í eitt longri tíðarskeið. Tað kann hann snilt gera í GOG, har hann tó fær harða kapping frá norska landsliðsspælaranum Tobiasi Grøndahl.
- Hetta kann verða eitt gott skifti, tí GOG leggur dent á at menna spælarar, men Óli fer at hava ein kappingarneyta í Tobiasi Grøndahl. Eg eri spentur upp á, hvussu tann kappingin fer at síggja út, sigur Michael Apelgren.
Hann kallar støddina á GOG fyri "IK Sävehof ferðir tvey". Hetta er eitt størri felag og eitt stig á leiðini til at spæla í størstu feløgunum í Evropa.
- Tað kann vera vandamikið at taka alt í einum lopi. Í teimum stóru feløgunum skalt tú eisini vinna tær eitt navn og virðing millum spælarar. Tað kann hann gera í nøkur ár í donskum hondbólti, sigur Michael Apelgren.
Óli og landsliðið
Tað var leingi greitt, at Óli Mittún fór at blíva ein føroyskur hondbóltslandsliðsspælari. Longu í 2022 bleiv hann valdur til virðismesta spælaran til EM-endaspælið fyri U18-landslið.
- Hjá mær var tað ein spurningur um, nær eg kundi taka hann við. Tá hann var 17 ár, var hann longu nóg góður. Ikki bara til landsliðið hjá okkum, men eisini til at gera tað torført fyri mótstøðuliðini, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
Óli Mittún fekk sítt gjøgnumbrot longu í aðru royndini á A-landsliðnum. Eftir tap fyri Ukraina á útivølli skoraði kviki hoyvíkingurin sjey mál á heimavølli móti Eysturríki. ”Óli trein á altjóða pallin” og ”Óli Mittún skaraði framúr” vóru yvirskriftirnar í Kringvarpinum.
Gjøgnumbrot: Óli Mittún spældi seg inn í føroysku hondbóltshjørtuni av álvara, tá Eysturrík vitjaði í Føroyum á heysti í 2022. (Mynd: EHF)
- Óli hevur víst, at hann er til reiðar til teir stóru landsdystirnar. Við at vinna sín beinleiðis tvídyst, hjálpir hann restini av liðnum. Hann dugir eisini betur at taka avgerðir. Sum ungdómslandsliðsspælari tók hann altíð sakina í egnar hendur, og nú dugir hann eisini at velja millum loysnirnar, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
Føroyar skulu í næstum spæla móti Kosovo á útivølli og Ukraina á heimavølli. Føroyar skulu helst hava ein sigur fyri at tryggja sær eitt pláss í EM-endaspælinum í Oslo. Tað er eisini stórur áhugi fyri dystunum. Hondbóltssambandið seldi 3.000 atgongumerki til dystin móti Ukraina upp á tveir minuttir. Áhugin var so stórur, at heimasíðan gekk fyri.
- Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi. Tað er nakað serligt at spæla á landsliðnum í løtuni, og vónandi heldur tað fram, og áskoðararnir tíma at koma til dyst, sigur Óli Mittún. Møguleikin fyri at koma til endaspælið er stórur, men tað er fyrr gingið galið í evstu løtu.
Trýstið ávirkar ikki
Søguliga hava føroysk landslið sjáldan verið favorittar. Hvørt stig og hvør sigur verður fagnaður, men manslandsliðið í hondbólti er komið í eina serstøðu. Við góðum úrslitum er trýstið vaksið.
- Tað er sjálvandi eitt trýst at spæla á landsliðnum í løtuni, tí fólk vænta nógv av okkum. Tey vænta nú, at vit skulu klára at vinna okkum til EM-endaspælið, men tey mugu ikki gloyma, at vit hava tveir avbera torførar dystir eftir at spæla, sigur Óli Mittún.
Fyri góðum ári síðani vóru Føroyar eisini á veg til eitt endaspæl. Við eini leiðslu upp á sjey mál fór føroyska landsliðið til Norðurmakedónia, men endaði við at tapa við átta. Ein hondbóltsligur sorgarleikur fyri føroyska landsliðið.
- Vit kunnu allir verða samdir um, at vit aldrin hava roynt nakað líknandi. Vit spældu í einum heksaketli við 5.000 áskoðarum og nógvum larmi. Vit blivu fjálturstungnir, tá tað byrjaði at ganga illa. Tað er nokk trýstið, sum gjørdi, at vit ikki dugdu at spæla hondbólt eina løtu, sigur Óli Mittún hugsanarsamur og leggur sannførdur afturat.
- Í dag vita vit, hvat vit skulu gera í eini slíkari støðu. Nú hava vit royndirnar, og vit vita, hvat kann møta okkum í Kosovo, sigur Óli Mittún.
Í atsókn: Óli Mittún telist millum mest spennandi ungu hondbóltsspælararnar í heiminum, og skal nú royna seg í GOG. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Kann røkka tindunum
Michael Apelgren, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti M. Jacobsen eru sára samdir um, at Óli Mittún er mentur sálarliga síðstu árini og kann røkka langt.
- Óli er blivin meira vaksin. Hann samskiftir meira, torir at taka ábyrgd og tolir nógv av, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.
- Óli er ein dystaravgerandi spælari. Hondbóltsdystir verða avgjørdir seinastu tíggju minuttirnar. Tað er fínt, at tú dugir nógv, men tú skalt tora at avgera ein dyst, serliga um tú skal spæla í einum toppfelagi. Tað ger hann, sigur Michael Apelgren.
- Persónliga haldi eg, at hann kann blíva ein spælari í heimsflokki. Nógv skal rigga fyri at røkka hartil, men tá tú ert komin so langt og spælir á so høgum stigi sum 19 ára gamal, sigur tað nógv, sigur Hjalti M. Jacobsen.
Sjálvur fegnast Óli Mittún bara um, at tað gongst honum so væl.
- Eg fái summarfuglar í búkin bara við at hugsa um at spæla framman fyri 3.000 áskoðarum, sigur 19 ára gamli hoyvíkingurin.
Persónliga er málið hjá honum at vinna Champions League. Tann tráanin kemur nú føroyska landsliðnum og GOG til góðar.
Hægri luftløg: Føroyar hava spælt seg í sera góða støðu í EM-undankappingini eftir javnleik og sigur ímóti Hollandi (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV