Tikin fyri at stjala í FK í Hoyvík

Tikin fyri at stjala í FK í Hoyvík
Fólkini hava tikið vørur fyri millum 200 og 700 krónur hvørja ferð
 
20.05.2025 - 08:28

Tvey fólk vóru tikin í gjár fyri stuldur í Keypssamtøkuni í Hoyvík.

Tá politiið fór at kanna málið, komu 19 onnur mál um stuldur hjá somu fólkum í sama handli undan kavi.

Fólkini eru eisini, sambært politinum, farin aftur í handilin við vørum, sum tey hava stolið har, sagt, at talan er um skeivt keyp og fingið pengar fyri vøruna, sum tey altso ikki hava goldið fyri.

Talan er ikki um unglingar, men um vaksin fólk.

Fólkini hava tikið vørur fyri millum 200 og 700 krónur hvørja ferð.

 

Skrivaði í navninum hjá felagnum 

Ein útlendingur, sum arbeiddi í Føroyum, keypti fartelefon og aðra útgerð fyri 22.000 kr.

Hann skrivaði alt í navninum hjá felagnum, sum hann arbeiddi hjá.

Ella hevði arbeitt hjá, tí vansin er tann, at hann arbeiddi ikki har longur.

Og hann var farin av landinum, áðrenn politiið fekk fatur í honum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858