Kirkjan á Argjum aftur fyri býráðið í dag

Kirkjan á Argjum aftur fyri býráðið í dag
Meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini tekur undir við tilmælinum frá tekniska stjóranum í kommununi, um at staðfesta avgerðina at geva byggiloyvi
Málið um byggiloyvi til nýggja kirkju á Argjum kemur aftur fyri Tórshavnar býráð í kvøld.
 
22.05.2025 - 11:28

Meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð mælir til at geva byggiloyvi til nýggja kirkju á Argjum við teirri treyt, at økið uttan um kirkjuna verður endurskapað, og annars við treytum, sum umsitingin ásetir.

Málið kemur til viðgerðar á býráðsfundi í dag.

Í meirilutanum í byggi- og býarskipanarnevndini eru Anja Weihe, Bergur Robert Dam Jensen og Heidi Lava Elgeirsdóttir.

Tey taka undir við tilmælinum frá tekniska stjóranum og beina málið í býráðið til endaliga avgerð.

Birgir Nielsen og Kári Johansen krevja málið fyri býráðið til endaliga atkvøðugreiðslu. 

29. februar í 2024 samtykti býráðið at geva treytað byggiloyvi til kirkjuna á Argjum, men byggioyvið var kært til Kærustovnin, sum ógildaði tað, tí kommunan hevði ikki sent málið til parthoyring hjá nærmastu grannunum.

 

12 grannar mótmæla

Kommunan hevur viðgjørt málið av nýggjum, og í hesum sambandi vóru parthoyringarskriv send 16 grannum.

13 hava svarað.

Ein tekur undir við, at kirkjan verður bygd, men 12 grannar mótmæla, at kirkjan verður bygd við Støðlagøtu á Argjum. 

Grannarnir vísa í hoyringarsvarunum sum heild á  staðsetingina, náttúruna, útsýnið og parkeringsviðurskifti. 

Tekniski stjórin í kommununi mælir til at staðfesta avgerðina um at útskriva byggiloyvi við teirri treyt, at økið uttan um kirkjuna verður endurskapað, soleiðis sum tekningarnar saman við umsóknini vísa, og annars við treytum, sum umsitingin ásetur.

Og hesum tekur meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini undir við. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891