Fíggjarnevndin verið í Svøríki og Lettlandi

Fíggjarnevndin verið í Svøríki og Lettlandi
Yvirskipaða endamálið við ferðini var at fáa vitan og íblástur um eitt nú fíggjarpolitiskt haldføri, arbeiðsvirkni og javnstøðu
Fíggjarnevndin í svenska ríkisdegnum.
Mynd: Løgtingið  
 
23.05.2025 - 08:35

Fíggjarnevndin hjá løgtinginginum hevur veruð í Svøríki og Lettlandi.

Yvirskipaða endamálið við ferðini var at fáa vitan og íblástur um eitt nú fíggjarpolitiskt haldføri, arbeiðsvirkni og javnstøðu, og hvussu tey kunnu brúkast, tá fíggjarlógir vera gjørdar.

Í Svøríki hitti nevndin fíggjarnevndina í ríkisdegnum, fíggjarmálaráðið og almannamálaráðið. 

Millum annað fekk nevndin kunning um liðiligu barsilsskipanina í Svøríki.

Fíggjarnevndin hitti eisini kommunufelagið í Svøríki.

 

Yrkisútbúgvingar í Lettlandi

Í Lettlandi hitti nevndin fíggjarnevndina og fíggjarmálaráðið.

Nevndin fekk kunning um, hvussu yrkisútbúgvingar eru skipaðar og fíggjaðar. 

Fíggjarnevndin var eisini í VEF-mentanarhúsinum og fekk har at vita um fígging, rakstur og íløgur.

Hetta kann brúkast, nú ætlanin er byggja tjóðleikhús í Føroyum, sigur fíggjarnevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595