Makaskifti um ognir í Hoydølum framvegis ikki avgreitt

Makaskifti um ognir í Hoydølum framvegis ikki avgreitt
Býráðið hevur samtykt, at kommunan skal ikki keypa gamla studentaskúlan, men kommununan skal taka við lonunum fyri í mesta lagi 4,5 mió. kr.
Málið um makaskiftið í Hoydølum er skjótt trý ára gamalt.
 
23.05.2025 - 07:59

Makaskiftið millum Landsstýrið og Tórshavnar kommunu er ikki avgreitt enn.

Málið er skjótt trý ára gamalt.

Býráðið samtykti í gjár, at kommunan góðtekur ynskið hjá landinum um ikki at lata kommununi ognirnar í Hoydølum.

Kommunan skal tí ikki keypa gamla studentaskúlan, men kommununan skal taka við lonunum fyri í mesta lagi 4,5 mió. kr. Lonirnar hava fyribils loyvi til 2026 at standa í Hoydølum.

 

Sjóvinnuhúsið

Býráðið samtykti eisini, at kommunan kemur við samráðingarkravi móti landinum um at laga mótrokningina hjá landinum fyri íløgur í Sjóvinnuhúsið vísandi til, at landið ikki er farið úr hølunum til væntaða tíð.

Og Tórshavnar kommuna og landsstýrið skulu gera tíðaravmarkaða avtalu um at brúka studentaskúlan til listaligt virksemi, til ætlanin um tjóðsavn í Hoydølum verður framd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392