Vil hava Havnina úr Kommunufelagnum

Vil hava Havnina úr Kommunufelagnum
Annfinn Brekkstein, býráðslimur, heldur, at kommunan hevur førleika sjálv at loysa uppgávur, sum hon nú rindar Kommunufelagnum fyri
Annfinn Brekkstein, býráðslimur. heldur, at Tórshavnar kommuna fær størri ávirkan við at fara úr Kommunufelagnum.
 
23.05.2025 - 08:28

Tórshavnar býráð umrøddi í gjár, um Tórshavnar kommuna skal fara úr Kommunufelagnum.

Annfinn Brekkstein eigur uppskotið.

Hann vísir á, at limaskapurin kostar kommununi slakar fimm milliónir krónur um árið.

Tað eru pengar til Kommunufelagið, Kommunala arbeiðsgevarafelagið, Barnaverndarstovuna og SSP-samstarvið. 

Kommunan hevur umsiting, sum hevur fullan førleika til at loysa hesar uppgávur.

Tórshavnar kommuna fær við tí størri ávirkan, sigur Annfinn Brekkstein. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329