Skulu Hoydalar vera tjóðsavn?

Skulu Hoydalar vera tjóðsavn?
Talan um at lata Hoydalar vera karm um tjóðsavn okkara er aftur komin undan kavi
Hoydalar, fyrrverandi studentaskúlin.
 
26.05.2025 - 19:41

Avtalan um, at Tórshavnar kommuna skuldi taka yvir Hoydalar, er slept.

Býráðið samtykt hósdagin, at kommunan góðtekur ynskið hjá landinum um ikki av lata kommununi ognirnar í Hoydølum.

Almanna- og mentamálaráðið hevur tikið fram aftur uppskotið um at brúka Hoydalar til tjóðsavn.

 

Hvat skulu Hoydalar brúkast til? 

Hospice, savn, íbúðir og høli til listafólk. Tað vóru nøkur av svarunum, tá Mentamálaráðið næstseinasta valskeið bað um hugskot til, hvat bygningar og stað skuldu brúkast til, tá Studentaskúlin flutti.

Men tað endaði við, at Tórshavnar kommuna skuldu taka yvir ognirnar í Niðastu Hoydølum í makaskifti við m.a. kommunala partin í Venjingarskúlanum og Læraraskúlanum - og millumrokningin var 27 mill.kr.  

Men tá makaskiftið millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið ikki kom undir land, hevur Mentamálaráðið sett ynski aftur at fáa ognirnar aftur at nýta til tjóðsavn. 

Á fundi hósdagin samtykti býráðið, at kommunan góðtekur ynskið hjá landinum um ikki av lata kommununi ognirnar í Hoydølum, tó við onkrum fyrivarni. 

- Eg eri ikki sinnaður at siga nakað ítøkiligt, fyrr enn samráðingarnar við Tórshavnar kommunu eru avgreiddar, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu.

Stjórin á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, vil heldur ikki siga nakað, fyrr enn ein politisk fráboðan er komin.

Men ætlanin er, at Niðastu Hoydalar og bygningarnir har skulu vera karmur um Tjóðsavnið -  bæði við framsýningum, goymslu og fyrisiting.

Framsýningin hjá Tjóðsavninum er framvegis í einum gomlum handils- og goymslubygningini í Brekkutúni í Hoyvík, sum er fongdur við blámusoppi. Talan var um eina fyribilsloysn, sum varð gjørd í 1990-árunum, og skulu vara í 10 ár. Eftir tað skuldi eitt veruligt tjóðsavn byggjast.

Umframt í Brekkutúni heldur Tjóðsavnið til á Debesartrøð, í Kaldbak, har deildin fyri dýr í sjónum er, og í Hoyvík, har fyrisitingin og útisavnið Heima á Garði er.

 

Neyðugt við stórum umvælingum

Í Hoydølum er gamla bróstsjúkrahúsið, ella sanatoriið, sum er størsti træbygningur í landinum, friðað fyri einum ári síðani. Umframt sjálvan bygningin eru grundir, hallir, krokkvøllurin og trø friðað eftir fornminnalógini.

Um ætlanin verður framd í verki, hevur talan verið um, at hesi søguligi húsini skulu partvíst vera savn um tuberklatíðina og høli til fyrisiting.

Skúlabygningurin frá 1960-árunum skal umvælast og lutvíst byggjast um til framsýningarhøli. Staðsetingin til eitt tjóðsavn er góð og stutt er ímillum útisavnið Heima á Garði í Hoyvík og Hoydalar.

Tað er eingin verulig kostnaðarmeting gjørd um, hvat tað fer at kosta at umvæla gamla sanatoriið og skúlan. 

Landsverk umsitur bygningarnar, har ymiskt listarligt virksemi er í dag. 

Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið skulu gera avtalu um, at listarliga virksemið kann halda fram, til ætlanin um tjóðsavn verður framd.

 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. desember
Jól á Quiztinum 2025
201760
Týsdag 23. desember
Eitt korter við kórsangi
201893
Týsdag 23. desember
Morgunlestur týsdagur 23.desember 2025
201876
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. desember
Veðrið
201933
Týsdag 23. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201910
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Havið - Kærleiki umborð
201870
Mánadag 22. desember
Jólapakkin til sjómannin
201863