Í starvi hjá TikTok í Barcelona

Í starvi hjá TikTok í Barcelona
Mær dámar væl arbeiðið, sigur Rakul Lamhauge, sum eisini trívist væl í Barcelona, sum er ein sera spennandi býur at búgva í
Rakul Lamhauge og vinkonan, Durita Vilhelm
 
04.06.2025 - 10:27

Tað byrjaði við at eg var á námsferð í Barcelona, tá eg gekk í 3. g á Glasi, og eg gjørdist beinanvegin forelskað í býnum, sigur Rakul, sum leggur afturat, at hon síðani hevur havt ein dreym um at búð í Barcelona.

Eftir lokna studentaútbúgving í fjør, hevði Rakul hug til at royna okkurt nýtt, og í januar fór hon at leita eftir einum starvi í Barcelona, og tað gjørdist hjá einum undirveitari hjá TikTok, har ið hon  arbeiður við danska TikTok partinum.


Rakul Lamhauge og vinkonan, Durita Vilhelm, í sera hugnaligum umhvørvi í Barcelona
 

Gamli býarparturin er hugnaligari

Fyrst búðu hon og vinkonan, Durita Vilhelm, í einari nýmótans íbúð, men tær valdu at flyta í tann gamla býarpartin, ið er munandi trengri, samstundis sum hesin parturin av Barcelona er sera hugnaligur.

Barcelona er ein sera spennandi býur at ferðast í, og í samrøðuni nevnur Rakul nøkur góð ferðamál, um tú ætlar tær eina ferð til Barcelona.

Í samrøðuni sigur Rakul okkum eitt nú um starvið hjá TikTok, um hví hon fór í hetta starvið, og hvussu tað er at arbeiða og búgva í Barcelona.

Tú kanst hoyra samrøðuna við Rakul Lamhauge her:

 

1747047


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523