Hákun týskur meistari við Füchse Berlin

Hákun týskur meistari við Füchse Berlin
Føroyski landsliðsvongurin Hákun West av Teigum hevur vunnið týska meistaraheitið við Füchse Berlin, sum vann á Rhein Neckar Löwen við tógvi stríð
Hálkun West av Teigum lkann nú kalla seg týskan meistara í hondbólti.
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
08.06.2025 - 15:52

Hákun West av Teigum hevur vunnið týska meistaraheitið og skrivað bæði týska og føroyska hondbóltssøgu.

Við sigri á Rhein Neckar Löwen tryggjaði Füchse Berlin sær fyrsta plássið í Bundesliguni og sítt fyrsta meistaraheitið yvirhøvur.

Tað var við tógvi stríð kortini. Rhein Neckar Löwen var frammanfyri frá byrjan, og leingi sá út til, at Magdeburg kundi fara avstað við heitinum í evstu løtu. Ikki fyrrenn eitt gott korter var eftir at spæla, fór høvuðsstaðarfelagið framum, og síðstu løtuna var heldur eingin ivi.

Føroyski vongurin misnýtti báðar sínar kjansir, men tað eigur ikki at nerva hann stórvegis nú. Hákun West av Teigum hevur spælt væl í ár, og eigur sín stóra part av fyrsta meistaraheitinum hjá revunum úr Berlin.

Kappingarárið er ikki liðugt heldur. Um eina viku hava Hákun West av Teigum og liðfelagarnir kjansin at tryggja sær greipuna, tá Champions League Final4 er á skránni. Füchse Berlin skal spæla ímóti Nantes í hálvfinaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655