Føroyar syftu slovenar og skulu í HM-hálvfinaluna

Føroyar syftu slovenar og skulu í HM-hálvfinaluna
Føroyar syftu Slovenia í HM-fjórðingsfinaluni fyri U21-hondbóltslandslið og skulu nú spæla ímóti Portugal um pláss í finaluni um heimsmeistaraheitið
Føroyska liðið saman við viðhaldsfólkunum eftir sigurin á Slovenia í HM-fjórðingsfinaluni
Mynd: IHF/Kolektiff/Anze Malovrh  
 
26.06.2025 - 21:55

Við sonnum liðavrikið, góðum spæli, frálíkum bjarginum og ísi í æðrunum í avgerandi løtunum vann føroyska U21-hondbóltslandsliðið við monnum á Slovenia, og nú er bert Portugal ímillum Føroyar og pláss í finaluni um heimsmeistaraheitið. 

Føroyingarnir høvdu tamarhald á mestsum allan dystin, og tá slovenar hóttu heilt til endans, vóru føroyingarnir stinnir, syftu slovenar og skulu spæla hálvfinalu í annaðkvøld.

 

Flúgvandi fyrri hálvleikur

Liðini skiftust um at skora fyrsta korterið, men so við og við fingu føroyingar tamarhald á slovenska álopsspælinum.

Verjan stóð væl, og tá teir bláu spældu seg ígjøgnum, stóð Aleksandar "Sasha" Lacok fyri. Málverjin tók skot úr øllum ættum og lá upp ímóti 50 í bjargingarprosenti.

Føroyar otaðu seg spakuliga framum, og tá slovenar fingu tvær útvísingar á rað, skrædnaði. Høgni Heinason og Óli Mittún skutu nøkur mál á rað upp á lítla løtu, og so tevjaðu Føroyar veruliga blóð.

"Sasha" stongdi málið, og Ísak Vedelsbøl skeyt fýra mál síðstu fimm minuttirnar. Seks mál á muni, 19-13,  og ráðaleysu slovenarnir visti ikki, hvat vendi upp, og hvat vendi niður.

 

Fótaðu sær er vánaliga byrjan

Teir høvdu kortini fingið fótafestið aftur, tá seinni hálvleikur byrjaði. Slovenar vóru effektivir hesa løtuna, meðan føroyingar misnýttu nakrar ferðir úr góðum støðum. Afturat hesum var Óli Mittún mansvardur, og tað skapti nakrar avbjóðingar fyri føroyingarnar, sum nærum mistu tamarhaldið.

Føroyska bakketan við Heina Høgnason og Trygva Hávardsson fótaði sær sum frá leið uttan Óla Mittún, meðan Ísak Vedelsbøl og Niklas Gaard tóku sær av málskjótingini. Alaksandar Lacok hálaði eisini onkra sera týðandi bjarging úr hattinum, og so fór munurin úr óunniligum tveimum upp aftur í sissandi fimm.

 

Mistu ongantíð takið

Slovenar minkaði onkra løtu niður í trímálsmun, men føroyingarnir mistu kortini ongantíð veruliga takið. Viðhvørt skuldi hepni til - Ísak Vedelsbøl misnýtti úr sjey metrum, men fekk returbóltin í netið - og viðhvørt var Aleksandar Lacok á blettinum við eini stórbjarging, og tá Óli Mittún so slapp upp í aftur, vóru Føroyar bara sterkari og treiskari. 

Tá so mótstøðumenninir fingu reytt fyri sera hart spæl, kundi mestsum ikki kiksa. Tað gjørdi tað heldur ikki, men tað var nær við. Slovenar fóru heilt fram at trýsta, og minkaðu til 34-33, men Rókur Ziskason fekk brotið seg ígjøgnum og skorað forloysandi málið, sum staðfesti, at føroyskt U21-landslið endiliga skal spæla HM-hálvfinalu eftir tríggjar miseydnaðar fjórðingsfinalur. Soleiðis varð ikki hesa ferð. Nú er bert Portugal ímillum føroysku garparnar og finaluna um heimsmeistaraheitið.

 

Sosnowiec, Pólland (HM-endaspæl, fjórðingsfinala)

Føroyar - Slovenia 35-33 (19-13)

Føroysku málskjúttarnir: Ísak Vedelsbøl 10, Óli Mittún 6, Niklas Gaard 5, Høgni Heinason 4, Trúgvi Hávardsson 3, Høgni Højsted 3, Sofus í Selvindi Nattestad 2, Rókur Ziskason 2

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797