
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Eftir 80 nærum ótrúligar hondbóltsminuttir millum Føroyar og Portugal endaði eitt satt hondbóltsævintýr við einum misnýttum brotskasti.
Tað kennist órættvíst, at ein ungur maður skal standa við ábyrgdini eftir ein slíkan maratondyst, men er tað ein, sum hevur herðarnar at bera hana, er tað Ísak Vedelsbøl.
Stóri strikuspælarin tapti avgerandi nærdystin ímóti frálíka portugisiska málverjanum Diogo Rêma Marques, men kann sanniliga vera errin av einum framúr flottum avrikið í Póllandi síðstu dagarnar. Tað kunnu teir allir sum ein. Saman spældu teir Føroyar so nær eini HM-finalu sum ongantíð fyrr. Saman brustu teir aftur mørkini við Merkinum á bringuni.
Runnu aftaná
Portugisar byrjaðu betri í hálvfinaluni,fóru so líðandi framum og vístu, at teir eisini eru ein frambrúsandi hondbóltstjóð. Eins og Føroyar, sum gjørdi sítt ítasta at fylgja við sterku mótstøðumonnunum.
Føroyingar fóru í steðg aftanfyri við trimum, og tá Óli Mittún misti tveir bóltar tíðliga í seinna hálvleiki sá einki serligt út.
Úrmælingurin langaði nevan niður í stólin einar tríggjar ferðir, og so fór hann aftur til arbeiðis saman við liðfeløgunum, sum allir tóku risatøk bæði í verju og álopið. Í málinum stóð Aleksandar Lacok aftur ein branddyst, og tók ein avgerandi bólt fyri og annan eftir.
Framum
Í trý korter høvdu føroyingarnir verið aftanfyri í HM-hálvfinaluni ímóti favorittunum úr Portugal.
Teir vildu kortini ikki sleppa endanum, og tað kom teimum til góðar, tá eitt korter var eftir.
Óli Mittún, sum nú ikki var til at steðga, slepti bóltinum út á vinstra vong, har Sofus í Selvindi Nattestad var ísakaldur. Fyri fyrstu ferð í dystinum vóru Føroyar frammanfyri. Tað kendist avgerandi júst ta løtuna.
Nervakríggj
Tað endaði ikki har, kortini. Ikki nær námind. Føroyar høvdu yvirtakið næstu løtuna, men portugisar vístu, at teir eisini dugdu at treiskast og hálaðu seg framum aftur.
So javnt var, at tá vanliga leiktíðin fór, var púra javnt. 29-29, og tí skuldu liðini spæla tveir ferðir fimm minuttir afturat. Portugisar sóu út til at hava føroyingarnar í posanum, tá teir skoraðu til 34-32 við einum minutti eftir á klokkuni.
So varð kortini ikki. Óli Mittún gjørdi skjótt av við innspæling til Ísak Vedelsbøl, ið kvitteraði til 34-33. Føroyska verjan steðgaði portugisum, sum kundu havt avgjørt, og so fekk Rókur Ziskason kjansin og javnaði í evstu løtu.
Endaði við føroyskum tárum
Enn einaferð var farið undir longda leiktíð, og enn einaferð sá út til, at portugisar høvdu køvt føroyska dystarneistan.
Portugal løgdu seg framum við tveimum, men eftir at føroyingar enn einaferð minkaðu um munnin, hálaði "Sasha" Lacok aftur eina superbjarging fram. Føroyar fingu enn ein kjans, og fingu brotskast í evstu løtu av evstu løtuni.
Og so endaði alt við einum misnýttum brotskasti og føroyskum tárum.
Tað endaði kortini ikki har. Tað endar ikki har. Sunnudagin fara garparnir eftir bronsuni. Hana hava teir uppiborið. Unglingarnir hava sanniliga víst, at teir eru til reiðar at traðka út á størsta pallin, og at teir, ið manna føroyska A-landsliðið ikki skulu kenna seg alt ov tryggar, tí hondbóltsføroyar hevur nógv at gleða seg til.
Sosnowiec, Pólland (HM-endaspæl, hálvfinala)
Føroyar - Portugal, 37-38 (60 min: 29-29, 70 min. 34-34)
Føroysku málskjúttarnir: Óli Mittún 11 (2), Ísak Vedelsbøl 6 (3), Niklas Gaard 6, Rókur Ziskason 4, Tóki Friðriksson 3, Búi Poulsen 2, Trúgvi Hávardsson 2, Sofus í Selvindi Nattestad 2, Høgni Heinason 1