Í myndum: Vaglið fagnaði U21-monnnunum

Í myndum: Vaglið fagnaði U21-monnnunum
Nógv fólk var komið í Vaglið í Havn at fagna U21-hondbóltsmonnunum, sum komu aftur úr Póllandi við HM-bronsu. Bárður Lydersen fangaði løtuna
Almenn móttøka var fyri U21-hondbóltslandsliðnum við monnum á Vaglinum í Havn týsdagin
Mynd: Bárður Lydersen  
 
01.07.2025 - 20:49

Nógv fólk var komið saman á Vaglinum í Havn seinnapartin týsdagin at fagna U21-hondbóltsmonnunum fyri avrikið í HM-endaspælinum í Póllandi.

Sunnudagin krýndu teir eina flotta kapping við sigri á Svøríki í dystinum um 3. plássið, og mánakvøldið lendi føroyski hópurin í Vágum eftir eina drúgva heimferð.

 


Nógv børn vóru komin á Vaglið at heilsa upp á sínar fyrimyndir á U21-hondbóltslandsliðnum.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, bóru fram røðu fyri føroysku spælarunum í góðveðrinum, og Havnar Hornorkestur spældi undir leiðslu av Tróndi Olsen.

Eisini søgdu Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, og spælararnir Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún nøkur orð.

 


Liðskiparin, Ísak Vedelsbøl, takkaði fyri dygga stuðulin, sum føroyska liðið hevur fingið. Undir liðini á honum stendur Óli Mittún, sum var kosin MVP, virðismesti spælarin, í HM-kappingini.

 

Eftir røðurnar skrivaðu spælararnir autografar til teir mongu ungu fjeppararnar, sum vóru komnir á Vaglið at heiðra bronsuvinnarunum. Sum ikki einaferð góvu teir sær góðar stundir at heilsa upp á tey monguviðhaldsfólkini.

 


Tróndur Olsen stjórnaði væl upplagda Havnar Hornorkestrið, sum spældi til almennnu móttøkuna á Vaglinum týsdagin.

 


Málverjin Torstein Sivertsen skrivar autografar til ungu fjeppararnar. Gravgangur var eftir at sleppa at heilsa upp á U21-landsliðsspælararnar á Vaglinum.

 


Eftir eitt spennandi og drúgt HM-endaspæl í Póllandi kunnu føroysku spælararnir taka sær eitt sindur av løttum, áðrenn fyrireikingarnar til komandi kappingarár fara í gongd.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815