Hans Andrias Jacobsen: Sangir úr mínum lívi  

Hans Andrias Jacobsen: Sangir úr mínum lívi  
Hesa ferð er tað klaksvíkingurin Hans Andrias Jacobsen, sum vann Sement fyrr í ár, ið velur sangur úr sínum lívi
Hans Andrias Jacobsen
Mynd: Mynd: OPHfoto  
 
02.07.2025 - 10:53

Vann Sement og er aftur á pallinum 

Í sendingini “Sangir úr mínum lívi” hoyra vit hesa ferð um klaksvíkingin Hans Andrias Jacobsen. Hann vann tónleikakappingina Sement fyrr í ár – og dómararnir vóru ovurfegnir. Soleiðis søgdu dómararnir:

“Hann hevur altjóða stig og kann spæla allastaðni í heiminum. Bar seg ógvuliga væl á pallinum og hevur fantastiska rødd.” 

Hetta var ein serstøk framførsla. Tað er langt síðani, at Hans Andrias hevur verið á palli. Hann fór at læra til kokk, og tí varð tónleikurin lagdur til síðis í eina tíð. 

Men heima helt hann fram við at skriva sangir og spæla guitar. Á Sement framførdi hann spildurnýggjar sangir og vísti, at hann hevur ment seg nógv sum tónleikari. 

 

Framførdi saman við síni fyrimynd 

Í sendingini greiðir Hans Andrias eisini frá, tá hann í 2015 spældi konsert saman við síni stóru fyrimynd Kára P. 

Hans Andrias var bókaður at spæla dupultkonsert í Tøting í Gøtu saman við Kára P. Hans Andrias var stórfjeppari og dugdi alt tilfarið uttanat. Alt frá Debes og Petersen til solo-útgávurnar. 

Tá Hans Andrias stóð backstage og gjørdi seg kláran at byrja konsertina, hevði hann ongantíð hitt Kára P. 

Brádliga kom fyrimyndin gangandi róliga inn saman við konu síni og beyð stillisliga góðan dag. 

Hans Andrias viðgongur, at hann royndi av øllum alvi ikki at lata seg ávirka av støðuni, men innaní hugsaði hann: “Hevði tú bara vitað, hvussu nógv eg lurti eftir tær heima.” 

Konsertin var ein stór uppliving fyri Hans Andrias, og strikan í ð'inum var, tá Kári P. eftir framførsluna rósti Hans Andriasi fyri sína Beatles-tulking. “Tað var bara heilt perfekt”, sigur klaksvíkingurin brosandi. 

hans_andrias_2.jpg

Caption: 
Mynd: OPHfoto

 

Í sendingini velur Hans Andrias sangir, sum allir á hvør sín hátt hava serligan týdning fyri hann. Úrvalið fevnir um alt frá mjúkum singer-songwriter tónum til harðan tungmálm. 

- The Beatles – Lucy In the Sky With Diamonds. 

- Slipknot – Spit It Out 

- Metallica – Master of Puppets 

- John Mayer – Slow Dancing In a Burning Room 

- Kári P. – Afturhvarv 

- Bon Iver – Calgary 

- Kings of Leon – Pyro 

- Asgeir Trausti – Dýrð í dauðaþögn 

Longri útgáva av sendingini við Hans Andriasi liggur longu nú á kvf.fo. Her kanst tú hoyra alla søguna, uppliva sangvalið og koma tættari at einum tónleikara, sum hevur nógv upp á hjarta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521