- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! 2025: Liggið ikki sjóvarfallið av tykkum

Tunghoyrt, Beinir, Ester Skála, Uld (NO), DakhaBrakha (UA), Tamara, Trentemøller (DK), Smag på dig selv (DK) og Hatari (IS).
Liggið ikki sjóvrfallið av tykkum og komið døllandi á G! seint fríggjadagin ella leygardagin. Hósdagurin á G! er eitt satt hátíðarskreytlýsi, sum er føroyska orðið fyri "festfyrværkeri".
Omanfyri nevndu nøvnini spæla øll hósdagin á antin Sandinum, Spæliplássinum ella í Fjósinum, og tey eru góð, uttan mun til um tey eru føroysk ella útlendsk.
Sí eisini: Øll G! skráin
Fjarlagdur og fjøltáttaður
G! festivalurin í ár er tónlistarliga eins fjarlagdur (eksotiskur) og fjøltáttaður sum altíð.
At vera fjarlagdur og fjøltáttaður er í roynd og veru partur av tilverugrundarlagnum hjá G! og stendur niðurfelt í endamálsorðingini fyri festivalin.
2025 útgávan av G! er einki undantak, tí skráin er á tremur við øllum frá poppi til rokki, frá joika til føroyskan dans, frá gudstænastu til tungmálm og frá ukrainska DakhaBraka til føroyska kontrikongin Hall Joensen.
Høvuðsnavnið hóskvøldið er danskt, Trentemøller, fríggjakvøldið er tað føroyskt, Eivør, og leygarkvøldið er tað íslendskt, Kaleo.
G! festivalurin hevur gjørt ein Spotify-playlista við tónleikinum, ið verður at hoyra á festivalinum í ár.
Her eru annars 10 ting, ið tú mást uppliva á G!
KALEO (IS)
Leygarkvøldið kl. 23.05, Sandurin
Kaleo merkir røddin á Hawaii og er kanska kendasta tónleikanavnið, ið vitjar oyggjarnar í summar. Íslendski bluesrokk-bólkurin við Jökull Júlíusson á odda er stórliga fagnaður í heimlandinum hjá bluesrokkinum, USA, og tað er ikki hvørjum lutað. Hetta hevur eisini ført til, at Kaleo er vorðin eitt heimsnavn, og tað er ikki ov langt av leið at siga, at hvørt mansbarn kennir sangin "Way Down We Go" av stórseljandi plátuni "A/B" frá 2016. Sangurin er stroymdur 1,3 milliardir ferðir á Spotify og smáar 800 milliónir ferðir á Youtube. Kaleo var seinast í Føroyum og spældi Spæliplássinum á G! festivalinum í 2014, áðrenn stóra gjøgnumbrotið við "A/B" kom í 2016. Nú kemur bólkurin aftur til festivalin sum høvuðsnavn við Grammy-tilnevningum, konsertferð við Rolling Stones og framførslum á risafestivalum sum Coachella og Lollapalooza í skjáttuni.
GRETA SVABO
Fríggjakvøldið kl 19.35, Spæliplássið
Greta Svabo hevur verið rættiliga kúrr í rættiliga langa tíð, síðan hon og maðurin drógu tjaldhælirnar í Miðvági upp og fluttu til Fraklands at búgva saman við dóttrini. Men tøgnin er væl og virðiliga brotin, tí fyrst tók Greta blaðið frá munninum og talaði alment at, at rødd hennara bleiv (mis)brúkt av kenda kenda tónlistamanninum Deadmou5, ið hon annars hittaði stórt saman við við sanginum "Rais Your Weapons". Og so er hon í holt við nýggja plátu, harav fyrst stakløgini longu eru givin út, og tey eru fantastisk. Tað er ikki av tilvild, at Greta Svabo er einasti føroyingur, ið hevur verið tilnevndur til eina Grammy. Hon er ein stjørna.
TRENTEMØLLER (DK)
Hóskvøldið kl. 22.50, Sandurin
Danska heimstjørnan Anders Trentemøller er ein gandakallur við ljómborðum. Tað staðfesti hann longu, tá hann fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við debutplátuni "The Last Resort" í 2006, harav serliga lagið "Moan" hittaði stórt. Síðani hevur Trentemøller útgivið seks plátur - seinast "Dreamweaver" frá 2024. Boð hava eisini verið eftir Trentemøller at endurmiksa tónleik hjá Tricky, Depeche Mode og The Knife. Trentemøller var higartil fyrstu og einastu ferð í Føroyum í 2008 í sambandi við festivalin Við Múrin, sum bleiv fyriskipaður í Kirkjubø í 2009, men nú kemur hann so aftur við bólki, ið telur Dísu Jakobs, Silas Tinglef, Brian Batz og Jacob Haubjerg. Tað verður ein veitsla, eins og tað var tað, tá Trentemøller hetta sama árið, 2009, spældi eina minniliga konsert á Orange-pallinum á Roskilde festivalinum.
BEINIR
Hósdagin kl. 18, Sandurin
Tað er ikki ov nógv sagt, at Beinir er bjartasta stjørnuskotið á føroyska tónleika-himmalhválvinum í løtuni. Við útgávuni "Greener", sum er hansara fyrsta heildarútgáva sum vaksin, staðfestir ungi popparin úr Saltangará, at hann bæði hevur klárað lopið frá at vera barnastjørna til at vera stjørna, men eisini staðfestir, at hann er ein sangari og sangskrivari við altjóða formati. Hetta hava danir eisini sannað, tí teir hava veruliga tikið Beinir til sín. Tónleikurin hjá Beini hevur verið nógv at hoyra í donskum útvarpi hetta seinasta árið, og so er Beinir sloppin at framføra beinleiðis í sjónvarpinum í best senditíð á bæði DR og TV2. Herfyri valdu føroyingar Beinir til ársins navn á Faroese Music Awards, tá sangurin "Romeo" eisini vann heiður sum ársins sangur. Nú sleppur Beinir so at spæla fyrstu konsertina á Sandinum á G! 2025, og tað verður foytt.
LEWIS FITZGERALD (UK)
Fríggjadagin kl. 18, Sandurin
Í 2019 hevði G! festivalurin av álvara skoti papageykin. Festivalurin hevði bókað blaðunga og lovandi skotska sangaran og sangskrivaran Lewis Capaldi til at spæla á festivalinum, beint sum hesin brádliga streyk til himmals og gjørdist ein heimsstjørna. Tíverri valdu umboðsfólkini hjá Capaldi skammleyst at avlýsa konsertina á G! við undanførsluni av, at føroyingar drupu grind. Men avgerðin snúði seg eittans um pengar, tí brádliga stjørnustøðan hjá Capaldi hevði hækkað virðið á hansara framførslum so nógv, at hann kundi fáa fleirfaldað tað í pengum, ið G! hevði avtalað við hann. Líka síðani hevur G! fesivalurin leitað eftir tí næsta Lewis Capaldi. Í fjør var tað dugnaligi Jamie Grey, ið var framvið, og í ár verður tað so aftur ein Lewis, men við eftirnavninum Fitzgerald. Hóast ungi maðurin úr London sær øgiligur út, við tatoveringum yvir tað heila, eisini í andlitinum, so er hann tónlistarliga bleytur sum smør og syngur um kærleika, hjartasorg og annað, ið hoyrir kenslulívinum til. Kekkið eisini hansara nýggjasta sang, "Zombie", út.
NUSANTARA BEAT (NL)
Fríggjakvøldið kl. 00.30, Spæliplássið
Eitt tað mest fjarlagda (eksotiska) navnið á skránni til ársins G! festivalin er bólkurin Nusantra Beat. Talan er um indonesar, sum búgva í Niðurlondum og dyrka sín tónleikaliga uppruna afturvið nútímans tónleki. Burturúr spyrst ein spennandi samanrenning av tónleikasløgum, ið skapa eitt heilt serligt huglag. Talan er í grundini um eitt rák í Niðurlondum, har tónleikabólkar dyrka sítt minnilutaupphav í ein modernaðum tónlistarligum høpi. Eitt annað dømi er bólkurin Altin Gün, har limirnir hava turkiskar røtur. Tað er ikki heilt av leið, tá G! festivalurin á heimasíðuni skrivar um Nusantra Beat: "Tað er bara á G!, at tú upplivir slíkt í Føroyum." Og tað er júst mergurin og stóra atdráttarmegin við G!
HAMRADUN
Leygarkvøldið kl. 01.30, Sandurin
Síðsta dunið á Sandinum á G! festivalinum í ár kemur frá føroyskal superbólkinum Hamraduni sunnumorgunin. Hamradun er so nógv tann størsti rokkbólkurin á heimliga tónleikapallinum í løtuni. Hamradun, ið er samansettur av limum úr Týr, Hamferð og øðrum kendum bólkum, hevur í stóran mun tikið tráðin upp eftir Týr, ið setti hol á harða, føroyskan víkinga-rokkin við útgávuni av "Orminum langa". Meðan Týr hevur flutt seg burtur frá upprunaliga ljóðinum hjá bólkinum, so hevur Hamradun meirvirkað uppruna víkingarokk-ljóðið, og føroyingar elskað tað. Tað verður eitt brak á Sandinum klokkan 01.30 sunnumorgunin.
EMILÍANA TORRINI (IS)
Fríggjakvøld kl. 22.05, Spæliplássið
Emilíana Torrini er ikki ein tónlistakvinna sum rópar og skríggjar eftir, at tú skalt geva henni ans. Men hon hevur verið virkin í meira enn 20 ár, og fólk flest kenna møguliga hittsang hennara "Jungle Drum", ella hava kanska hoyrt hana syngja "Gollum's Song" í filmrøðini Lord of the Rings. Emilíana Torrini er í øllum stillum vorðin Grammy-tilnevnd og hevur samstarvað við Kylie Minogue, og í fjør vann fyrsta soloútgáva hennara í 10 ár, "Miss Flower", íslendsku tónleikaheiðurslønina fyri bestu poppútgávu. Emilíana Torrini hevur seinastu árini annars spælt saman við bólkinum The Colorist Orchestra. Tónlistarliga flytir Emilíana Torrini hon seg millum tað myrka og loyndarfulla elektroniska til ein akustiskan nærleika.
SMAG PÅ DIG SELV (DK)
Hóskvøldið kl. 00.10, Spæliplássið
Kanst tú halda eina tónleikaveitslu við tveimum saxofonum, einum trummusetti og onkum framtonnum? Saktans. Tað prógvar danski tríbólkurin Smag På Dig Selv, ið kemur beint út úr Christianina í Keypmannahavn, og tónlistarligi kanturin er hareftir. Tveir av limunum mangla framtennirnar, men bólkurin borðreiður við sangheitum sum "Fuck der kommer kontrollører", Al magt til overførselsindkomst" og "Middelklassen avler kun skeletter". Orkan er øgilig og punkkend - tónleikurin hinvegin technokendur og dregur íblástur frá jazzi, poppi, hipp hoppi, afroslátti og 90'ara evrodansi. Konsertirnar hjá Smag på dig selv eru víðagitnar í Norðurlondum, so tú mást fara!!!
DAKHABRAKHA (UA)
Hóskvøldið kl. 20.25, Sandurin
Ársins mest G!-sliga navnið kemur úr krígsplágaða Ukraina og eitur DakhaBrakha. Bara navnið er nokk so nógv í G!-andanum. Talan er um ein bólk, ið G! festivalurin hevur dyrgt eftir í fleiri ár, og nú er tað so eydnast. Tá Høgni Lisberg, tónleikastjóri, var gestur hjá Leitisstein fyrr í ár, greiddi hann frá, at tónleikurin hjá DakhaBrakha plagdi at blíva spældur í túrbussinum hjá Eivør, tá Høgni spældi trummur fyri Eivør. G! festivalurin boðar frá, at tú skalt ikki lata teg lumpa av siðbundnum búnum og akustiskum ljóðførum, sum tær tríggjar kvinnurnar og eini maðurin trína á í og við, tí hettar verður alt annað enn ein vanlig fólkatónleikarakonsert. Orkan hjá DakhaBrakha er rokkkend og garrvill, og bólkurin hevur áður framført á Glastonbury og Bonnaroo.
... og gloymið ikki FJÓSIÐ
Allar dagarnar
Tað gevur eitt heilt serligt huglag at stíga inn í Fjósið á G!-festivalinum, tí Fjósið er júst tað, ið navnið sigur, at tað er: eitt fjós. Tað luktar og sær út hareftir. Fjósið er uppraðfest sum pallur, eftir at Grundin er blivin strikað sum G!-pallur. Fjósið er aftur í ár á tremur við spennandi konsertum og tiltøkum allar dagarnar. Tað byrjar við Ester Skála, Gø og Punching Bag úr USA hósdagin, og tónleikaskráin í Fjósinum verður krúnað við norska tungmálmsbólkinum Cult Member leygarkvøldið. Harímillum kanst tú síggja nýggja føroyska spælifilmin "Seinasta paradís á jørð" eftir Sakaris Stórá, fara til mentanarkjak og bæði í kirkju og til føroyskan dans í einum og sama staði, Fjósinum.
Hoyr og síggj meira um G!
Um tit vilja hoyra meira um G! skránna, so ber til at fara inn á KVF Ljóð og hoyra Leitisstein-sendingina, tá Høgni Lisberg var gestur og greiddi frá um G! skránna 2025.
Í 2017 framleiddi Kringvarp Føroya dokumentarin "Millum himmal og helviti" um G! festivalin, ið kann síggjast á KVF Sjón. Dokumentarurin er ein ferð inn í og afturum G! festivalin. Eyðun Müller Thomsen og Uni Leitisstein Hansen løgdu til rættis.




























