Málráðið hevur pakkað saman

Málráðið hevur pakkað saman
Landsstýrismaðurin í Almanna- og mentamálum vil ikki siga nær, vit fáa eitt nýtt málráð. Sitandi forkvinna hevur lagt frá sær, og skrivstovan er pakkað niður.
Th. fráfarna forkvinnan Randi Kúrberg, tv. næstforkvinnan Helena Kannuberg. Í miðjuni fyrrverandi landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg
 
11.07.2025 - 20:09

Einki málráð er í løtuni - forkvinnan, Randi Kúrberg hevur lagt frá sær, eftir at hon í ársfrágreiðingini fyri fyrsta hálvárið í 2025 loysti frá posabandinum og kallaði skipanina og fólkini í henni stívrend.

Næstforkvinnan, Helena Kannuberg, hevur somuleiðis boðað Almanna- og mentamálaráðnum frá, at hon ikki ætlar at taka við eftir forkvinnuna.

Í ársfrágreiðingini fyri 2024 og fyrru helvt av 2025 sigur fráfarna forkvinnan millum annað, at mannagongdin í aðalráðnum, sum umsitur mentanarøkið tykist óskiljandi, ti 

"alt um okkum er farið fram uttan um okkum".

Hetta skrivar hon millum annað undir yvirskriftini: "Eitt ilt ár - fyrra árshálva 2025. "

Randi Kúrberg kallar haraftrat atburðin hjá aðalráðnum fyri ólátaðan og ómentaðan.

Sambært ársfrágreiðingini komu forkvinnan, Randi Kúrberg og næstforkvinnan, Helena Kannuberg góðvarnar á fund í aðalráðnum, sum tær bara høvdu gott álit á, men á fundinum blivu tær bidnar um at skriva undir eina samstarvsavtalu við Fróðskaparsetrið, sum tær als einki kendu til. 

Alt várið er síðani farið við hesi samstarvsavtalu, sum enn ikki er undirskrivað.

Tað byrjaði við, at Málráðið, sum hevur hildið til í Reinshúsi, varð sagt upp í oktober í 2024.

Dekanurin á Føroyamálsdeildini sendi 2. oktober skrivliga fráboðan um, at tær máttu vera úti tríggjar mánaðir seinri, tí tey sjálvi skuldu brúka hølini. 

Forkvinnan í Málráðnum visti ikki betur enn at arbeitt var við at finna nýggj hølir á Frælsinum, tá tær vórðu bodnar á fund í aðalráðnum, sum legði eina samstarvsavtalu fyri tær, sum gav Fróskaparsetrinum ræðisrættin yvir bæði játtan og setanarmyndugleika hjá stovninum. 

Í tilgongdini, sum hevur verið síðani, eru ymiskar broytingar í hesum, sum gevur Málráðnum størri ávirkan, men tað hevur ikki verið nokk til, at avtalan er undirskrivað.

Fundur hevur aftur verið í gjár, men enn er eingin avtala undirskrivað, sigur Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri.

Málráðið hevur í dag einki forfólk og eingi hølir at vera í, váttar hann. 

Sambært ársfrágreiðingini hjá fráfarnu forkvinnuni er skrivstovan hjá Málráðnum pakkað niður og stendir á Sandvíkjarhjalla.

 

Eirikur í Jákupsstovu skal seta eitt nýtt Málráð

 

Eirikur í Jákupstovu er landsstýrimaður í Mentamálum. Vit spurdu hann, hvørjar ætlanir hann hevur við Málráðnum. Í løtuni vil hann ikki siga nær, hann væntar at seta eitt nýtt málráð.

Tað er ikki vist, at loysnin er, at nýggja málráðið skrivar undir samstarvsavtaluna við Fróðskaparsetrið - tey mugu tosa saman fyrst, sigur hann.

Hoyr samrøðu við Eirik í Jákupstovu
 

Eirikur_malrad

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552