Greta Svabo syngur til dóttur sína "í løtuni"

Greta Svabo syngur til dóttur sína "í løtuni"
Tað er ein vøgguvísa, skrivað til lítlu dóttirina, Bellu – eitt klemm frá tónleikinum, ið gevur Gretu ró og passar júst til løtuna við sjóvarmálan í Syðrugøtu.
Greta Svabo Bech í løtuni - dóttir og mamman á sandinum.
Mynd: Finnur Justinussen  
 
18.07.2025 - 17:38

Greta Svabo hevur valt at spæla persónliga sangin “Song for Bella”, ið snýr seg um tær løturnar, ið koma eftir at hon gjørdist mamma. Í øllum gerandisrokinum eru eisini løtur við ró og nærleika. Løtur, sum hon sjálv lýsir sum eitt klemm og er íblásturin til hesa vøgguvísuna. 

“Tað er sum um eg tosi við hana og vóni, at hon hevur tað gott, at hon hevur frið, og at vit eisini kunnu flenna og gráta saman,” sigur Greta tá hon tulkar sangin um dóttur sína, Bellu. 

Sangurin er enn stuttur, men ætlanin er at skriva fleiri vers, so sum Bella veksur til - og sum lívið broytir seg, broytist tónleikurin við.

 

Ein stór broyting at gerast mamma 

Greta greiðir frá, at tað at gerast mamma hevur ávirkað, hvussu hon skrivar tónleik. Hon er farin at skriva minni poetiskt og heldur meira beinleiðis um gerandisløtur og veruleikan, sum vit finna har. 

“Tað tók eina løtu at finna ta ljóðmyndina, eg vildi hava. Tað var faktisk tann størsta avbjóðingin: at gera tað, sum kemur náttúrligt, heldur enn at royna at gera okkurt øðrvísi. Men tá eg fann tað, gjørdist tað nógv nemmari at arbeiða við” 

Hon leggur afturat, at tað ikki krevur stór orð ella stóra framførslu at skapa rørandi løtur. 

“Vit kunnu altíð byrja eina 'revolution' upp á ein lítlan máta eisini. Tað pjøvist ikki alt at vera so stórt. Tað snýr seg um at finna vakurleikan í gerandisdegnum.” 

Sangvalið stór millum nýtt lag og sangin til Bellu. 

Greta hevði upprunaliga ætlað at spæla lagið 'Islands', sum hon nýliga hevur givið út. Men broytingar komu í, sum gjørdi at hon heldur valdi sangin til Bellu.  

“Mær dámar væl at spæla hendan sangin. Hann gevur mær ein inniligan ró, sum hóskar seg væl til hesa verkætlanina. Tað er okkurt við at sita og spæla við sjógvin – tað gevur bara meining.” 

Hóast tað er eitt sindur av festivalljóði í bakgrundini, kendist løtan tó still og friðsæl. 

“Eg hoyrdi eisini á einari av upptøkunum, at tað var eitt barn, sum spældi í bakgrundini. Eg vóni, at tað kemur við.” 

 

G! kennist sum heima 

Greta hevur verið nógv á G!, bæði sum ung og vaksin, og hon hevur eina serliga relatión til festivalin. 

“G! hevur altíð kent sum heima.” Tað er tann festivalurin henni dámar best, sigur hon. Har hevur hon nógv góð minnir, eisini saman við manninum, sum hevur arbeitt fyri festivalin. 

Í ár er tað eisini fyrstu ferð, at Bella er í Føroyum, og hon er við í Syðrugøtu, har hon spælir sær í aldunum á sandinum. Ein løta, sum Greta er sera glað fyri at kunna deila saman við familjuni. 

Mitt í samrøðuni kemur Bella sjálv og heilsa upp á. Ein lítil, men rørandi áminning um, hvat sangurin og løtan í veruleikanum snýr seg um. 

Nakað heilt serligt í kvøld 

Men tað er ikki bara ‘í løtuni’, at Greta gevur okkum nakað serligt. Hon hevur eisini fyrireikað eina heilt serliga framførslu á Spæliplássinum í kvøld, har gestirnir fáa høvið at hoyra nýggj løg, ið ikki eru spæld áður. 

Greta Svabo spælir á G! festivalinum klokkan 19.35 í kvøld. 

Sí upptøkuna av Gretu í verkætlanini í løtuni her:

ilotuni_GretaSvabo

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256