Landsstýrið skal tosa um russarar

Landsstýrið skal tosa um russarar
Landsstýrið fer ætlandi í dag at viðgera spurningin um bannlýstar russiskar trolarar
Melkart 2 sleppur at vera í Føroyum, men ikki í ES og Noregi.
 
25.07.2025 - 07:01


Landsstýrið fer ætlandi í dag at viðgera spurningin, um russiskir trolarar, sum ikki sleppa at fiska í ES-sjógvi ella í norskum sjógvi, heldur ikki skulu sleppa í føroyskan sjógv ella í føroyskar havnir.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, segði við Dag og viku 15. juli, at landsstýrið er í ferð við at fyrireika málið. 

Og 25. juli verður landsstýrisfundur. 

Málið kemur í løgtingið eftir ólavsøku, segði hon.

Sum skilst, skal lógarbroyting gerast, um bannið, sum er galdandi í Noregi og í ES, eisini skal vera galdandi í Føroyum.

Lógin, sum hon er nú, loyvir ikki slíkum stigi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809