Ísland eisini við í tiltøkunum

Ísland eisini við í tiltøkunum
Skipini hjá tveimum russiskum reiðaríum sigla tætt við íslendska markið
Melkart 2 er eitt av skipunum hjá russisku reiðaríunum.
 
30.07.2025 - 08:13

Ísland er við í tiltøkunum hjá ES og Noregi móti tveimum russiskum reiðaríum, Norebo JSC og Murman Seafood.

Tað sigur íslendska uttanríkisráðið sambært RÚV. 

Skipini hjá teimum báðum reiðaríunum sigla tætt við íslendska markið, sunnan fyri og í ein landnyrðing úr landinum.

Føroyar ætla eisini at vera við í tiltøkunum.

Lógaruppskot um tað kemur skjótt í tingið, sigur landsstýrið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189