Kina: Stuðul skal hækka burðartalið

Kina: Stuðul skal hækka burðartalið
Kina vil rinda foreldrum 3.200 krónur fyri hvørt barn
Mynd: Kim Kyung Hoon/Reuters/Ritzau Scanpix
Mynd: Mynd: Kim Kyung Hoon/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.08.2025 - 16:49

Kinesiska stjórnin vil tryggja sær, at fleiri børn verða fødd og ætlar tí, at geva foreldrum umleið 3.200 krónur um árið fyri hvørt barn undir 18 ár. Tað skrivar danska kringvarpið.

- Búskaparliga menningin í Kina er í vanda vegna fallandi burðartalið. Og við tí eisini støðan hjá Kina sum stórveldi í framtíðini, sigur Christina Boutrup, sum er Kina-greinari og høvundur til fleiri bøkur um Kina við DR.

Hóast stjórnin fyri fleiri árum síðani valdi at fara frá tí vælkenda eittbarnspolitikkinum, sum gjørdi tað ólógligt at fáa meir enn eitt barn, so hevur burðartalið í Kina verði minkandi seinastu árini. 

Men tað skal nógv meir enn 3200 krónur um árið til fyri at venda gongdini, metir Christina Boutrup. 

- Tað merkist fyri ung, sum júst eru liðug við útbúgving, men tað er als ikki nokk til at rinda fyri barnagentu ella fyri barnagarðspláss hvønn mánað. Fíggjarliga byrðan er ov stór, sigur hon.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391