Formaðurin í Búskaparráðnum: Órealistiskt av løgmanni

Formaðurin í Búskaparráðnum: Órealistiskt av løgmanni
Inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni verða minni í ár og næsta ár enn væntað, og tí verður torført at fíggja lyftini hjá løgmanni í ólavssøkurøðuni, sigur Johnny í Grótinum
 
06.08.2025 - 19:17

- Inntøkurnar frá alivinnuni og fiskivinnuni vera eftir øllum at døma eisini minni í ár og næsta ár enn væntað, og tí er ikki gløgt at gera øll lyftini hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni til veruleika.

Tað sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, nú landið fekk 142 milliónir krónur minni inn í tøkugjaldi og veiðigjaldi, enn roknað var við í fíggjarlógini fyri 2024.

Hægri lestrarstuðul, leigustuðul og broytingar í MVG-frítøku vóru millum annað nøkur av tingunum, sum landsstýrið fer at arbeiða við at fremja í verki, men sambært formanninum í Búskaparráðnum, so er tað órealistiskt av løgmanni at fremja tey lyfti, sum løgmaður kemur við í ólavssøkurøðuni, tí inntøkurnar eru minni, umframt at meira peningur skal finnast til at fíggja lyftini.

Hoyr innslag í tíðindunum á nátturða:

Johnny_i_Grotinum_inntokur_i_landskassan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221