Kommunurnar 111 milliónir meira í skatti í ár

Kommunurnar 111 milliónir meira í skatti í ár
Vøksturin í skattainntøkunum hjá teimum 29 kommunum er 7,7 prosent samanborið við somu tíð í fjør
Kommunurnar hava fingið munandi meira í skatti fyrstu sjey mánaðirnar í ár enn somu tíð í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.08.2025 - 15:41

Tórshavnar kommuna hevur fingið 42,3 milliónir krónur meira í skatti fyrstu sjey mánaðirnar í ár, enn somu tíð í fjør.

Vøksturin er 6,9 prosent, vísa tøl hjá Taks.

Klaksvíkar kommuna hevur fingið 15,7 milliónir krónur meira í skatti sama tíðarskeið. Vøksturin er 10,3 prosent.

Runavíkar kommuna er nummar trý á listanum. Kommunan hevur fingið 11,5 milliónur krónur meira í skatti higartil í ár. Vøksturin er 9,4 prosent.

 

Nes kommuna nummar fýra

Tað hevur eisini gingið væl hjá Nes kommunu í skattainntøkum. Kommunan liggur nummar fýra. og hevur fingið 4,4 milliónir krónur meira inn í ár. Tað svarar til ein vøkstur upp á 11 prosent. 

Tilsaman hava allar 29 kommunurnar í landinum fingið 110,9 milliónur krónur meira inn í skatti fyrstu sjey mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Vøksturin er 7,7 prosent.

Les meira her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493