Ársfundur hjá Útnorðurráðnum í dag og í morgin

Ársfundur hjá Útnorðurráðnum í dag og í morgin
Sendinevndin úr Føroyum er komin fram í øllum góðum og teirra tilmæli til Útnorðuráðið á hesum sinni snýr seg um betri samstarv um trygd og verju.
 
18.08.2025 - 19:07

Í dag og morgin eru ársfundur hjá Únorðurráðnum, sum í ár hevur 40 ára hátiðarhald. Útnorðurráðið er tingmannasamstarvsnevnd hjá Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Útnorðurráðið ger útgreiningar og tilráðingar í málum, sum hava týdning fyri londini í Útnorðri.

Føroyska sendinevndin luttekur á ársfundinum, sum er í Ilulissat í Grønlandi. Bjørt Samuelsen er forkvinna í føroysku sendinevndini. Hini í føroysku sendinevndini eru Jenis av Rana, Henrik Old, Karlot Hergeirsson, Eyðdis Hartmann Niclasen og Bárður á Lakjuni. 

Á ársfundinum er vanligt at sendinevndinar úr teimum trimum londunum hava tilmæli við. Tilmælið sum føroysak sendinevndin hevur við í ár snýr seg um betri samstarv um trygd og verju.

 

Hoyr samrøðu við Bjørt Samuelsen úr tíðindunum kl 18:

1758800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744