Eingin semja enn millum KAF og fakfeløg um løn undir útbúgving

Eingin semja enn millum KAF og fakfeløg um løn undir útbúgving
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og fakfeløgini fundaðust í gjár, men funnu onga semja um, hvørja løn næmingar á Heilsuskúlanum í Hovi skulu hava, meðan tey eru undir útbúgving
Mynd: Savn  
 
21.08.2025 - 19:23

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og fakfeløgini fundaðust í gjár, men funnu onga semja um,  hvørja løn næmingar á Heilsuskúlanum í Hovi skulu hava, meðan tey eru undir útbúgving.

Arbeiðsgevararnir, tað eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið, og tey trý fakfeløgini Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið og Pedagogfelagið, eru sostatt enn ikki verið samd um, hvat lønin skal vera.

Gjøgnum summarið hava partarnir verið í samráðingum um løn undir útbúgving, men uttan at tað hevur borið á mál.

Tað var fyrst í juli mánað, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, kom við kunngerð um løn undir útbúgving.

Djóni Nolsøe Joensen hevur ongar viðmerkingar til málið i dag so leingi samráðingar eru, men í skrivligum boðum sigur hann, at hann hevur fult álit á, at partarnir hava ein vilja at finna eina semju.

Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum sigur í stuttari viðmerking til Kringvarpið, at ósemjan millum arbeiðsgevararnar, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini um, hvat lønin skal verða, enn ikki er loyst, og eingin nýggjur fundur er settur á skrá, tí Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið bíða eftir útspæli frá fakfeløgunum.

Víðari sigur Per Martin Gregersen, at arbeiðsgevararnir hava lagt seg eftir, at lønin skal liggja á einum støði, sum avvarðandi myndugleikar arbeiddu út frá, tá lógaruppskotið var á veg - sum er ein upphædd, ið mestsum er ein trífalding av upphæddini, ið næmingarnar fáa í dag. Arbeiðsgevararnir hava tí lagt seg á eitt lønarlag, sum er rímiligt í mun til, at talan er um eitt slag av lærlingaskipan.

Hesum er Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, ikki samd í. 

Hon sigur, at fakfeløgini nú fara at umhugsa næsta stigið:

Mary_Antonsdottir_kl_18

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262