Vesturkirkjan 50 ár

Vesturkirkjan 50 ár
Hægsti bygningur í Føroyum, Vesturkirkjan, sum liggur í Føroya størsta prestagjaldi, fyllir 50 ár. Tað verður hátíðarhildið við nógvum tiltøkum.
 
21.08.2025 - 10:34

Vesturkirkjan var vígd 24. august í 1975 og fyllir sostatt 50 ár í ár.

Sunnudagin 24. august verður stórt hátíðarhald við hámessu, har Heri Joensen, Bergur D. Joensen, Derhard Jógvansson og Hanus á Gørðum eru prestar. Eisini ber Jógvan Fríðriksson, biskupur, heilsan fram, og Tórshavnar kamarkór syngur. Kirkjan verður eisini opin, skattaveiða er til børnini, og til ber at fara upp í tornið. Um kvøldið er hátíðar-orgulkonsert við Ara Hammer Joensen og Jógvani Thomsen, organistum, har frumframførsla er av orgulsymfoni, sum Ari Hammer Joensen hevur skrivað til dagin.

Nógv tiltøk eru á skrá vikuna aftaná - eitt nú stór gospelkonsert við Aalborg Gospelkóri, sálmatiltak fyri børn og vaksin, framsýningar, gongutúrur og grilling.

 

Nógv góð minnir úr kirkjuni

Vesturkirkjan liggur í størsta prestagjaldi í Føroyum. Tá ið hon var vígd í 1975, var tørvur á eini kirkju aftrat í Havn, tí býurin støðugt vaks. Tá var vesturbýurin tó ikki eins nógv útbygdur, og hann er nú, men í dag liggur Vesturkirkjan mitt í prestagjaldinum. Bergur Debes Joensen hevur verið prestur í Vesturkirkjuni í 30 ár, og hann hevur nógv góð minnir frá kirkjuni:

- Eg minnist eitt nú væl, tá eg gekk til prest í Vesturkirkjuni. Mín áhugi fyri tí kirkjuliga var sera stórur tá, og eg spurdi enntá prest, um eg kundi sleppa at halda prædiku, flennir Bergur.

Kirkjan hevur tó ikki bert týdning fyri hann sum arbeiðspláss, men eisini persónliga:

- Eg eri giftur í kirkjuni, og børnini eru doypt her, so Vesturkirkjan hevur eisini eitt stórt pláss í mínum hjarta persónliga - eins og hon hevur tað fyri nógv fólk, vísir Bergur Debes Joensen á.

REY04284_Vesturkirkja_50ar_2025
 

Kringvarpið ger sending um kirkjuna og sendir frá hámessuni

Eisini Kringvarpið fer at hátíðarhalda 50-ára dagin hjá Vesturkirkjuni. Vit senda frá hámessuni 24. august og hava eisini gjørt eina sjónvarpssending um kirkjuna til høvið, sum verður send sama dag, klokkan 10.45.

Lurtið eftir samrøðuni úr Summarmorgni við Bergi Debes Joensen, presti, og Ingibjørg Winther, kirkjuráðslimi, sum greiða frá um upprunan, søguna og arkitekturin hjá Vesturkirkjuni og tiltøkunum í sambandi við 50-ára hátíðarhaldið.

 

1758123

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Hósdag 29. januar
Breddin: Vitlíki og sálarheilsa
203423
Hósdag 29. januar
Morgunlestur hósdagur 29. januar 2026
203268
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378

Meira um sama evni