Kirkjuføðingardagur og opið torn

Kirkjuføðingardagur og opið torn
Hægsti bygningur í Føroyum helt føðingardag og hevði latið leiðina upp í tornið upp fyri teimum mongu, sum vóru komin at hátíðarhalda Vesturkirkjuna.
Mynd: Olivur Koba  
 
24.08.2025 - 15:48

Fyri akkurát 50 árum síðani varð Vesturkirkjan vígd. Hátíðarhaldið byrjaði í morgun við hámessu, har teir fýra prestarnir, ið eru knýttir at kirkjuni, og bispur luttóku.

Eftir messuna var framsýning og drekkamunnur til stóru fjøldina, sum var komin at halda føðingardagin hjá kirkjuni.

Eisini bjóðaði kirkjan rundvísing - frá kjallaranum og heilt upp í sjálvan spíssin á kirkjutorninum. 

Hoyr reportasjuna frá túrinum upp í kirkjutornið.

 

1759606

 

Myndir: Olivur Koba

 

Nógv fólk tóku av kjansinum at sleppa upp í hægsta torn og hægsta bygning í Føroyum. Fyrstu hæddirnar eru trappur, men tá komið er í helvt, er heldur talan um trappustigar, sum eru brattari og smalri. Væl gekst tó at fáa fólk í øllum aldri upp og niður. 

 

Ovast í torninum, við klokkurnar, stóð Eyðfinn Magnussen, klokkari, og gav teimum, sum høvdu tørv á tí. eina hjálpandi hond til seinastu sentimetrarnar.

 

Leiðin úr kjallaranum upp í tornið er 141 trapputrin. Vanligt er at konfirmantar sleppa ein túr upp í tornið, tá teir ganga til prest, men annars er túrurin forkunnugur. Týsdagin og hósdagin í hesi vikuni heldur Eyðun Eliasen, arkitektur, fyrilestrar í Vesturkirkjuni um arkitekturin í kirkjuni, sum stóð í gerð frá 1971 til 1975. Arkitektar vóru danirnir Tyge Holm og Flemming Grut. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938