- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsskaði: Tvey ár liðin, men framvegis eingin niðurstøða

"Tað eru tvey ár síðani, at eg meldaði arbeiðsskaðan til Vanlukkutryggingarráðið, men eg havi onga endaliga niðurstøðu fingið enn."
Tað sigur maður, sum hevur fingið at vita frá serlækna, at hann er 50 prosent avlamin/óarbeiðsførur.
Kringvarpið hevur tosað við mannin, sum vil vera ónevndur. Hann hevur bíðað eftir svari frá Vanlukkutryggingarráðnum í tvey ár.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Vanlukkutryggingarráð hava nógv arbeiðsskaðamál, sum hópaðu seg upp, tá trupulleikar vóru við umsitingini av arbeiðsskaðamálunum.
Tey hava tí fingið klagur og átalur um longu bíðitíðirnar, drúgvu málsviðgerðirnar og vantandi afturboðanir til borgarar, sum bíða eftir svari.
Maðurin, sum Kringvarpið hevur tosað við, sigur soleiðis um sína støðu:
---
Eitt dømi: »Kanska bíða tey, til eg eri farin her frá, so sleppa tey frá at taka eina avgerð«
Tað eru tvey ár síðani, at eg meldaði mín arbeiðsskaða til Vanlukkutryggingarráðið, og eg havi onga endaliga niðurstøðu fingið enn.
Skaðin hendi fyri trimum árum síðani, men av tí at arbeiðsgevarin bað meg sjúkramelda meg uttan at eg hevði útlit fyri at blíva frískur, bleiv tað ikki fráboðað fyrr enn eitt ár seinni.
Læknin metti meg at vera 50 prosent avlamnan. Eg fekk eina læknaváttan, sum eg gav Arbeiðs- og brunaeftirlitinum og Vanlukkutryggingarráðnum.
Tey vildu ikki góðkenna tað, og bóðu meg fáa eina nýggja meting og læknaváttan. Eg fór so aftur til serlækna og fekk eina meting og læknaváttan, og eg var enn mettur at vera 50 prosent avlamin. Hesa læknaváttanina fekk Vanlukkutryggingarráðið eisini.
Almannaverkið metir meg eisini vera 50 prosent óarbeiðsføran/avlamnan.
Eg fái ikki arbeitt, sum eg kundi frammanundan. Og læknin sigur, at skaðin fer ikki at lekjast.
Dølnevndur maður við arbeiðsskaða
Vanlukkutryggingarráðið metti meg at vera fimm prosent óarbeiðsføran í sínari fyribils niðurstøðu, og eg fekk eitt fyribils endurgjald, sum svaraði til at vera fimm prosent óarbeiðsførur.
Men eg eri ikki bara fimm prosent óarbeiðsførur. Eg fái ikki gingið longri enn 100 metrar, eg kann ikki standa uppi, og eg kann einki tungt bera.
Eg eri á lægstu fyritíðarpensjón. Eg havi tó eitt arbeiði, sum ikki er fysiskt krevjandi. Men eg fái ikki arbeitt, sum eg kundi frammanundan. Og læknin sigur, at hesin skaðin ikki fer at lekjast.
Tey mettu, at hetta var ein skaði, sum var komin sníkjandi. Men tað passar ikki. Eg var fullkomiliga arbeiðsførur og frískur ein dag, og so fekk eg ein skaða og bleiv avlamin og óarbeiðsførur.
Har hendir einki í Vanlukkutryggingarráðnum. Eingir fundir, ongar avgerðir, einki.
Dølnevndur maður við arbeiðsskaða
Í fjør ringdi eg til Vanlukkutryggingarráðið/Arbeiðs- og brunaeftirlitið hvønn dag í ein tíma, tvær viku út í eitt. Eg fekk ikki fatur á teimum.
Eg havi givið upp at fáa eina niðurstøðu og at fáa fatur á teimum. Kanska bíða tey, til eg eri farin her frá, so sleppa tey frá at taka eina avgerð.
Tað virkar sum tað eru tey, sum skulu av við pengarnar, tí tey vilja ikki geva mær endurgjaldið, eg eigi at fáa.
Har hendir einki í Vanlukkutryggingarráðnum. Eingir fundir, ongar avgerðir, einki. Tey hava fingið øll pappírini, tey skulu hava, so tað manglar ikki. Síðst eg visti, høvdu tey havt tilsamans tríggjar fundir í eitt hálvt ár, har tey skuldu viðgera øll mál.
Eg eri heppin at hava eina familju. Annars hevði eg funnið uppá okkurt, man ikki hevur loyvi til.
Dølnevndur maður við arbeiðsskaða
Og eg bíði enn.
Eg eri heppin at hava eina familju. Annars hevði eg funnið uppá okkurt, man ikki hevur loyvi til. Summir eru minni heldigir enn eg - onkrir av teimum eru ikki til longur."
Eftir at maðurin hevði tosað við Kringvarpið, royndi hann at ringja til Vanlukkutryggingarráðið. Tey kundu einki siga um, hvør støðan var við hansara máli.
Soleiðis havi tey drálað við málinum alla tíðina.

























