Byggivinnan: Størsta forðingin er vantandi arbeiðsmegi

Byggivinnan: Størsta forðingin er vantandi arbeiðsmegi
Nógv virksemi er í føroysku byggivinnuni, men hon klárar ikki at nøkta eftirspurningin. Størsta forðingin er vantandi arbeiðsmegi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.09.2025 - 20:05

Búskaparráðið hevur greiðir í heystfrágreiðing síni frá, at húsaprísurin seinastu nógvu árini er hækkaður, tí at útboðið ikki klárar at nøkta eftirspurningin.

Í heystfrágreiðingini verður eisini víst til búskaparbarometrið hjá Hagstovuni viðvíkjandi byggivinnuni. Hetta talið lækkar nú triðja hálvárið á rað. Búskaparráðið veit at siga frá, at byggivinnan í løtuni ikki hevur ordrar líka langt fram í tíð, sum hon fyrr hevur havt. Í løtuni hevur byggivinnan tryggjað sær arbeiði 11 mánaðir fram í tíð. Til samanberingar hevði hon í 2023 arbeiði hálvtannað ár fram í tíð.

 

Um sínar avmarkingar sigur byggivinnan, at vantandi arbeiðsmegi er størsta forðingin. Tað er torført at finna skikkaða arbeiðsmegi. Í januar 2025 hevur byggivinnan eisini sagt, at vantandi fígging tá var ein forðing, men tað sæst ikki aftur í kanningini frá juni 2025. Orsøkin kann vera lækkandi rentustøði.

 

Fakta:
Konjunkturbarometrið, er ein ávísi ella indikator, sum Hagstovan framleiðir tvær ferðir um árið, og sum sigur nakað um, hvussu húsarhald og vinna meta, at tíðirnar eru. Treystitalið er tann samanvigaði ávísin fyri bæði brúkarar og vinnu. Tølini, ið eru nevnd í hesi greinini, eru bara fyri byggivinnuna.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609