Svik á netinum: "Tá fataði eg bara, at alt var vekk"

Svik á netinum: "Tá fataði eg bara, at alt var vekk"
Net­s­vik gerst alsamt vanligari í Føroyum. Nýggj poddvarpsrøð um svik á netinum fer av bakkastokki í dag kl. 17
 
02.09.2025 - 10:19

Fleiri og fleiri føroyingar hava upplivað okkurt slag av svik á netinum. Tað kann vera eini sms-boð frá Postnord um, at nú er tín pakki á veg. Tað kann vera ein teldupostur frá Netflix, sum sigur, at nú skal visakortið dagførast. Tað eru eisini føroyingar, ið uppliva at verða uppringdir, har persónurin hinumegin vil tosa við teg um ein fantastiskan møguleika at tjena nógvan pening. Tað nýggjasta eru nakrir svikarar, sum geva seg út fyri at eita Føroya Banki Invest. Hesar lýsingarnar, sum lata upp fyri einum íløgumøguleika, eru m.a. á sosialum miðlum. Tú skalt svara nøkrum fáum spurningum og skráseta títt navn, teldupost og telefonnummar. Løtu seinni verður tú uppringdur av einum persóni frá Cap Invest. Teir siga, at teir hava gjørt samstarv  eitt átak  saman við Føroya Banka, sum snýr seg um íløgur. Teir duga væl at tosa, byggja álit upp og svara øllum tínum spurningum. Tó alt við tí endamáli at seta pengar í teirra íløgupall  ella við øðrum orðum  at snýta teg.

 
capinvest_ok

 

Ein, sum hevur upplivað hetta slagið av íløgusviki, er Jónas. Hann hevði í eina tíð umhugsað at gjørt íløgur, tá ið hann kom fram á eina grein um ein persón, sum hevði tjent eitt eyka oyra upp á at gera íløgur. Greinin vísti til ein íløgupall, og hann skrásetti seg. Dagin eftir varð hann ringdur upp av einum, sum segði seg vera meklari frá hesi fyritøkuni. Hann var bæði blíður og týður at tosa við og spurdi Jónas, hvørjar hansara royndir vóru, og hvørji mál hann hevði í sambandi við íløgur. Jónas gjørdist meira og meira sannførdur um at royna eydnuna, og hann byrjaði við einari lítlari upphædd. Tá ið hann sá, at pengarnir vuksu, og at hann eisini kundi taka pengar út aftur, var hann sannførdur um, at hetta kundi ikki vera snýt. Men tað var tað. Útspekulerað og nakað, sum svikarar geva sær góða tíð til at byggja upp.

jonas_svik_a_netinum

 

Bankarnir kenna alt ov væl til trupulleikan. Fleiri ferðir um vikuna seta kundar seg í samband við bankan, tí nú eru teir vorðnir snýttir. Ber til at fáa pengarnar aftur? Tað veldst um, sigur Bogi Reinert Lydersen, leiðari í kundatænastuni hjá Betri Banka. Hevur tú t.d. av egnum eintingum flutt pening til eina falska fyritøku, so er helst lítil hjálp at heinta. Men er tað soleiðis, at tú hevur gjørt eitt keyp við tínum korti á einari falskari heimasíðu  heimasíðan verður knappliga burtur, ella tú fært ikki vøruna  so kann tað vera, at tú fært pengarnar aftur. Bankan kannar málini í hvørjum einstøkum føri. Bogi hevur eisini fleiri góð ráð til kundarnar, tá ið tað snýr seg um at ferðast á netinum.

Jákup Dahl hevur lagt poddvarpsrøðina til rættis. 

Lurta eftir nýggju poddvarpsrøðini á KVF Ljóð og í útvarpinum í dag klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424