- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsliðsvenjarin: Skulu steðga snildum kroatum

Føroyska manslandsliðið vandi í gjár á Tórsvølli undan landsdystinum móti Kroatia, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45. Eyðun Klakstein sigur, at allir mans eru tøkir, hóast bæði Viljormur Davidsen og Gunnar Vatnhamar hava snuddir.
- Í dag venja allir fult. Tað er ein góð støða. Gunnar Vatnhamar hevur havt ein skaða, men hann hevur vant fult í eina tíð nú. Viljormur Davidsen hevur havt ein minni slagskaða og venur somuleiðis fult í dag, sigur Eyðun Klakstein.
Tað eru aðrir spælarar, sum eisini hava havt sítt at dragast við í seinastuni. Ein teirra er Jóannes Bjartalíð, sum hevur sitið uttanfyri í eina tíð fyrr í ár, men spælir aftur fyri Fredrikstad. Tó hevur hann ikki spælt heilar dystir. Spurningurin er, um landsliðsvenjarin hevur hetta í tonkunum til dystin móti Kroatia.
- Vit hyggja sjálvandi eftir støðuni hjá spælarum undan landsdystum. Eg haldi eisini, at ymiskir spælarar tola ymiskt, tá teir hava verið skaddir. Jóannes Bjartalíð hevur spælt nógv, og hann hevur sæð gott út. Serliga hendan seinasta dystin, so hann er so væl fyri, sum ongantíð fyrr, tá vit hava verið venjarar, sigur Eyðun Klakstein.
Halda fast í spælskipanini
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava hildið fast í eini 5-4-1 spælskipan, har størsti denturin hevur verið á verjuspælinum higartil. Tað sæst eisini aftur, tí tað eru bara seks mál komin í gjøgnum upp á sjey dystir. Hartil er Kroatia eitt sterkt landslið, sum er styrkismett nummar 10 í heiminum.
- Vit koma at halda fast í tí verjuspælinum, sum vit hava sæð í teimum fimm útidystunum, sum vit hava spælt í eysturevropa. Tað eru eisini nøkur prinsippir, sum vit hava lagt í verjuspælið, og tað er nakað, vit ikki skulu broyta frá dysti til dyst, sigur Eyðun Klakstein og leggur afturat:
- 5-4-1 og nakrir av teimum mátunum vit leggja trýst upp á verður tað sama, men tað eru variatiónir, sum vit mugu hava í huga, tí vit spæla móti Kroatia. Teir hava nøkur ting í sínum spæli, sum eru øðrvísi enn eitt nú Kekkia og Georgia.
Eyðun Klakstein heldur fyri, at spælskipanin hevur prógvað, at hon hevur eitt ávíst mótstøðuføri, tá trýst kemur á í pørtum av dystunum. Hann gleðist eisini um, at tað í støðum hevur eydnast at fáa nakað av skipaðum álopsspæli eisini. Føroyar hava skorað fýra mál í hesum tíðarskeiðnum.
Nógv amboð í skjáttuni
- Kroatia er fyrst og fremst eitt gott landslið við góðum spælarum. Teir eru mannaðir við góðum spælarum á øllum plássum og á bonkinum. Hartil spæla teir sum eitt lið, og teir høvdu ikki fingið øll hesi góðu úrslitini, um teir ikki gjørdu tað, sigur landsliðsvenjarin.
Venjarin hevur eisini lagt merki til, at kroatar duga væl at leita eftir veikleikunum hjá mótstøðuliðunum. Tað sæst millum annað í 7-0 sigrinum á Gibraltar.
- Er tað pláss í millumrúminum, so finna teir tað. Gibraltar royndi at flyta verjuna fram, og Kroatia byrjar at spæla bóltin í bakrúmið. Fáa teir trupulleikar mitt fyri, spæla teir bóltin út til Ivan Perišić, ið leggur innlegg, vísur Eyðun Klakstein á.
Júst 36 ára gamli Ivan Perišić hevði 24 innlegg móti Gibraltar og átti okkurt upplegg. So er spurningurin um vit hava nakran kjans?
- Vit hava prógvað, at vit kunnu standa ímóti. Kroatar eru eina tonn betri enn tey liðini, vit hava klárað tað ímóti, men tað, at vit eru á heimavølli og hava spælt nakrar dystir saman við hesi spælskipanini, ger, at eg haldi, at vit kunnu avrika væl, sigur Eyðun Klakstein.
Dysturin móti Kroatia verður fríggjakvøldið klokkan 19.45. Kringvarpið vísur dystin í Sjónvarpinum. Byrjað verður at senda eftir Dag og Viku.




























