Avlýsingar hjá Galaxy ørkymla ferðafólk

Avlýsingar hjá Galaxy ørkymla ferðafólk
Boðini um, at Galaxy hevði útsett ferðina av Havnini fyrrapartin, komu í seinna lagi, heldur Dina Jensdóttir Norðberg
Galaxy fór av Havnini á middegi, og siglir ikki meira í dag fyri veður.
 
10.09.2025 - 13:28

Fyrradagin avlýsti Galaxy nakrar túrar á suðuroyarleiðni, og í dag verða tveir túrar avlýstir.

Galaxy skuldi fara av Havnini klokkan 10, men túrurin varð útsettur í tveir tímar.

Tað ørkymlar Dinu Jensdóttir Norðberg og familju hennara, at boðini komu so seint, at Strandferðslan hevði útsett fráferðina við tveimum túrum.

Tey høvdu vitjað familju og vinir norðanfjørðs, og vóru nú á veg suður aftur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10092025_Galaxy_og_Dina

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334