Óli Mittún skjótur aftur á vøllinum

Óli Mittún skjótur aftur á vøllinum
Føroyski hondbóltsspælarin Óli Mittún, sum mátti av vølli við skaða í dystinum ímóti Aalborg, verður ikki uttanfyri leingi, tí skaðin er ikki so ringur, sum óttast var
Óli Mittún verður takklaður av Felix Møller í dystinum ímóti Aalborg leygardagin
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
15.09.2025 - 12:28

Nógv mundu stúra, tá Óli Mittún ikki kom aftur á vøllin til seinna hálvleik í toppdystinum ímóti Aalborg leygardagin.

Føroyski landsliðsspælarin var takklaður hart av fyrrverandi Sävehof-liðfelagnum Felix Møller seint í fyrra hálvleiki, og meðan sviin fekk reytt kort, meiddi Óli Mittún sær økslina so mikið illa, at hann ikki fekk spælt eftir steðgin.

Í staðin mátti bakspælarin hyggja at av bonkinum, og hann sá ikki sørt stúrin út á sjónvarpsmyndunum. Tað gav Óli Mittún eisini til kennar eftir dystin, tá hann varð spurdur av tíðindafólkunum.

Nú hevur 20 ára gamli GOG-spælarin kortini fingið góð tíðindi. Skaðin er ikki so ringur, sum óttast var - ein lítil fipurspreinging undir økslini - og Óli Mittún fær spælt aftur um eina til tríggjar vikur. 

 - Ja, sjálvandi er tað ein lætti at skaðin ikki var verri, sigur føroyska stjørnuskotið.

 - Eg havi sæð sovornar støður óteljandi ferðir, ið enda við skaðum, sum halda spælarum uttanfyri nógv longur enn tað, sum eg havi fingið staðfest. Tað er sjálvandi sera positivt. Tað var ringt hjá mær at meta um, hvussu ringur skaðin var, tí eg ikki havi prøvað nakran álvarsligan skaða. Eg var eitt sindur stúrin úti á bonkinum, má eg viðganga.

Mikukvøldið skal GOG spæla í Champions League ímóti Pick Szeged, har fyrrvarandi venjarin hjá Óla Mittún í IK Sävehof, Michael Apelgren, stendur á odda. Hesin dysturin kemur ov tíðliga fyri føroyingin, men tað er ikki ómøguligt, at Óli Mittún kann spæla ímóti Grindsted næsta fríggjakvøld ella ímóti Eurofarm Pelister í Champions League í næstu viku.

 


Óli Mittún ímóti Barcelona í Champions League. Hann verður ikki við ímóti Pick Szeged fríggjakvøldið, men er glaður fyri, at skaðin ikki er álvarsamur.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493