Menn hjá privatum arbeiðsgevara eiga størsta partin av lønarvøkstrinum

Menn hjá privatum arbeiðsgevara eiga størsta partin av lønarvøkstrinum
Tilsamans vóru goldnar 13,4 milliardir krónur í lønum frá september í fjør til august í ár
13,4 milliardir krónur eru goldnar í lønum seinasta árið. Vøksturin er sløk sjey prosent.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.09.2025 - 08:24

Menn, sum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevara, eiga størsta partin í lønarvøkstrinum frá september í fjør til august í ár.

Vøksturin er 855 mió. kr. 

Størsta vøkstur í krónum áttu menn, sum arbeiða hjá privatum arbeiðsgevara.

Teir eiga helvtina, 440 mió. kr. Vøksturin er 7,6 prosent.

Kvinnur, sum arbeiða tí almenna, høvdu sama lutfalsliga vøkstur, 7,6 prosent og 248 mió. kr., skrivar Hagstovan.

 

13,4 mia.

13,4 milliardir krónur vóru goldnar í lønum frá september í fjør til august í ár.

Vøksturin, samanborin við árið fyri, er 6,8 prosent.

Størsti vøkstur er í botnfiskaveiðu, 50 prosent.

Miðallønin hjá kvinnum var í august 11.000 krónur, 28 prosent, minni enn hjá monnum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595