Næmingar í 4. flokki: "Tað er vanligt, at vaksin skriva til okkara"

Næmingar í 4. flokki: "Tað er vanligt, at vaksin skriva til okkara"
Børn í 4. flokki vita, at summi av teimum javnaldrum, ið tey skriva saman við, kanska ikki eru børn, men heldur vaksin, sum fjala seg aftanfyri duldar profilar
 
17.09.2025 - 12:06

Tá SSP-ráðgevin kemur at vitja børn í 4. flokki, og hevur verkstovu saman við teimum, er greitt, at børnini vita um vandan við barnalokkarum á netinum.

- Tey vita, at tað er ein vanligur partur av lívinum har, at vaksin lata sum um tey eru ein javnaldri, fyri at koma í samband við børn, sigur Súsanna í Króki frá SSP Ráðgevingini.

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum. Heitið er ein stytting fyri høvuðspartarnar í SSP-samstarvinum, skúli, sosialir myndugleikar og politi. Virkisøkið hjá SSP er øll børn og ung frá 0-17 ár.

 

Barnalokkarar eru har børnini eru

Men hvussu stórur er hesin trupulleikin við barnalokkarum á netinum?

Tekniska kanningardeildin hjá løgregluni hevur seinastu árini savnað tøl fyri júst hetta, og talið er hækkandi.

- Vit hava fingið nýggj amboð, sum gevur okkum betri møguleika fyri at síggja, hvat tað er sum sker, og tá tað snýr seg um lokking ella grooming, so síggja vit at barnalokkararnir eru fluttir út á netið, sigur Bogi Augustinussen frá kanningardeilidini hjá løgregluni,  og leggur afturat, barnalokkararnir fylgja við, har børnini eru.

Súsanna í Króki frá SSP og Bogi Augustinussen frá løgregluni vóru gestir í Góðan morgun Føroyar í morgun. 

 

1764255

 

Foreldrini mugu vera til staðar

Øll børn kunnu enda sum offur, um ikki onkur er, ið heldur eygað við teimum og teirra nýtslu av sosialum miðlum.

Tað snýr seg í stóran mun um at vera til staðar sum foreldur, og at hava reglur fyri tí sum børnini sleppa og ikki.

Tað er til dømis ikki ólógligt hjá einum foreldri at fara inn á fartelefonina hjá einum tannáringi fyri at kanna, um nýtslan er hin avtalaða, og har eru fleiri amboð, sum foreldur kunnu nýta, til at halda eitt vakið eygað við nógvum av tí, ið børnini gera.

 

Gott samstarv besta fyribyrging

Men bæði Súsanna í Króki og Bogi Augustinussen leggja dent á, at eitt gott samband millum foreldur og børn er besta fyribyrgingin, tí so tora børn at koma til tín, um tey nú hava gjørt okkurt, sum ikki var so smart.

SSP hevur saman við einum 7. flokki í Hoyvíkar skúla gjørt ein film um vandan við at deila ov nógv á netinum. Bæði tá tað snýr seg um tað, sum børn senda til onnur børn, sum tey kenna, men eisini um tað, tey senda til 'børn' tey ikki kenna frá veruliga lívinum.

Sí filmin HER:
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979