Átta mánaðir fyri at brúka knív og at hótta

Átta mánaðir fyri at brúka knív og at hótta
Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani 21. juli
Maðurin var latin leysur eftir rættarfundin í gjár og fær boð, tá hann skal sita tað, sum eftir er av dóminum. (Savnsmynd)
 
18.09.2025 - 11:33

Ein 49 ára gamal maður hevur fingið átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri at brúka knív og fyri at hótta í tveimum førum.

Maðurin noktaði seg sekan.

Hann var ákærdur, og er nú dømdur fyri at stinga ein mann minst eina ferð.

Tað var tann 21. juli. Hann hevur verið í varðhaldi síðani. 

Men hann var latin leysur eftir rættarfundin í gjár og fær boð, tá hann skal sita tað, sum eftir er av dóminum.

Maðurin, sum var stungin, var stungin aftan fyri oyrað, og fekk ikki stóran skaða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923