- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umboðsráðið vildi hava frágreiðing um íløguna í Globe Tracker

Á ovastu hædd í nýggja høvuðssætinum hjá LÍV á Óðinshædd í Havn var í gjármorgunin ein ávísur spenningur í luftini. Umboðsráðið hjá LÌV hevði kallað inn til fundar klokkan hálvgum nggju, har leiðslan skuldi greiða umboðsráðnum frá éinari einstakari íløgu hjá LÍV - Globe Tracker. Tvey ymisk feløg hjá Tryggingarfelagnum LÍV hava tilsamans sett meira enn 100 mió. krónur í GlobeTracker.
Tað er sum skilst almenna umrøðan av Globe Tracker og LÍV, sum hevði fingið umboðsráðið at biðja um nærri kunning um málið. Umboðsráðið umboðar viðskiftafólkini hjá LÍV og skal eisini ansa eftir at "felagsins ogn er neyðturviliga umsitin", sum tað verður orðað í viðtøkunum fyri Ognarfelagið LÍV, sum eigur tryggingarfelagið LÍV, saman við P/f Fakfelag.
Nýggja høvuðssætið hjá LÍV á Óðinshædd í Havn.
Siga einki
Men hóast greiðu ásetingarnar um, at umboðsráðið virkar fyri eigararnar, so var breið semja hjá fundarfólkinum um einki at siga. Forkvinnan í formansskapinum hjá umboðsráðnum, Lisa Frederiksberg, vildi heldur einki siga. Hon vísti saman við fleiri øðrum limum í umboðsráðnum til leiðsluna í tryggingarfelagnum LÍV.
Stjórin í LÍV, Jan Jakobsen, vildi ikki gera bandaða viðmerking til Kringvarpið, men greiddi frá, at talan var um ein kunningarfund í ótíð, sum umboðsráðið hevði biðið um, orsakað av almennu umrøðuni av íløguni í Globe Tracker.
GlobeTracker er eitt føroyskt felag, sum mennir sporførisloysnir innan flutningsvinnuna, har kundin kann fylgja vøru síni um allan heimin. Felagið hevur enn ikki megnað at fáa raksturin at bera seg, og í 2024 var hallið hjá felagnum 73,5 milliónir krónur.
Jan Jakobsen er stjóri Í LÍV-samtakinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Teknaði nýggjan partapening
Almenna orðaskiftið hevur tikið seg upp eftir, at LÍV um ársskiftið teknaði nýggjan partapening í Globe Tracker. Tað hendi, tá virði í felagnum vórðu niðurskrivað til null, og tørvur var á nýggjum kapitali.
Aðrir íleggjarar takkaðu fyri seg, og LÍV-samtakið stóð einsamalt eftir saman við reiðarínum Framherja. Tilsamans er íløgan hjá LÍV nú meira enn 100 milliónir krónur í einum felag, sum síðani stovnan í 2007 ikki hevur fingið raksturin at mala runt.
Hóast hvørki leiðsla ella umboðsráðslimir hjá LÍV vildu úttala seg beinleiðis til Kringvarpið, so skiltist millum linjurnar, at kunningarfundurin í ótíð í ávísan mun hevði sissað limirnar í umboðsráðnum.
Stóri spurningarnnir, sum ikki vóru svaraðir í gjár, eru, hvussu leingi LÍV vil halda Globe Tracker gangandi, ella um LÍV væntar, at stóra íløgan kann vinnast innaftur í næstum.




























