Astrid Samuelsen: "Ein heiður at blíva kallað føroyingur"

Astrid Samuelsen: "Ein heiður at blíva kallað føroyingur"
"Eg eri dóttir Stanley," staðfestir Astrid Samuelsen, sum júst hevur givið sína fyrstu soloplátu út, "Who Do You Pray For". Astrid var gestur í Leitisstein
 
20.09.2025 - 14:40

"Who Do You Pray For" kallast debut-soloplátan hjá 37 ára gomlu Astrid Samuelsen.

Astrid Samuelsen er fødd og uppvaksin í Danmark, men takið ikki feil, tí Astrid er eisini úr góðum føroyskum bergi brotin. 

Pápi hennara er nevniliga fólkakæri føroyski sangarin og sangskrivarin Stanley Samuelsen. 

"Ja, eg eri dóttir Stanley, og tað eri eg ómetaliga errin av," greiðir Astrid Samuelsen frá í sendingini LEITISSTEIN, ið nú verður send fríggjadag seinnapart klokkan 13.  

 

Ikki komin burturúr ongum

Astrid Samuelsen var gestur í LEITISSTEIN í sambandi við, at hon gevur sína fyrstu soloplátu út, "Who Do You Pray For". 

Fólk, ið hava fylgt við føroyska og danska tónleikapallunum seinastu 20 árini vita, at Astrid Samuelsen er ikki komin fullkomiliga burturúr ongum.

Hon hevur spælt nógv saman við pápa sínum, Stanley Samuelsen, og millum annað góvu tey bæði í 2013 út EP-ina "A Tribute to Georg Harris" við sangum hjá kenda beatlaranum.

 

Kend í danska indie-umhvørvinum

Astrid Samuelsen er eisini eitt kent navn í indie-umhvørvinum í Danmark, tí hon gjørdi nógv um seg í nullunum og tíggjunum við rokkbólkunum sum Deadpan Interference og De Underjordiske. 

Í hesum sambandi hevur hon millum annað spælt á bæði Roskilde festivalinum og Smukfest.

Tveir ferðir hevur Astrid eisini verið tilnevnd til eina Danish Music Award-heiðursløn. Fyrru ferð var í 2014, tá hon bleiv tilnevnd sum "Årets Talent" í sambandi við Danish Music Awards Folk, og aðru ferð var í 2016, tá hon bleiv tilnevnd til "Årets Livenavn" samman við bólkinum De Underjordiske.


Myndir frá tíðini hjá Astrid Samuelsen á danska indie-pallinum í tíggjunum (Myndirnar: Facebook hjá Astrid Samuelsen)
 

Alternativur rokkur

Tónlistarliga upphavið hjá Astrid Samuelsen hoyrist sanniliga eisini aftur á fyrstu soloplátuni, "Who Do You Pray For". 

"Eg vil lýsa tónleikin sum alternativan rokk, ja, alternativan rokk frá nítiárunum," ásannar Astrid erliga. 

Úttrykkið er stórfingið, larmandi og frambrúsandi, og íblásturin frá PJ Harvið, Peter Kember og Brian Eno eru eyðsæddur. 

Men handan rokkmúrin finst eisini ein følin kjarna, sum kemur fram gjøgnum sangin og tekstirnar hjá Astrid. Og evnini, ið sungið verður um, eru eitt nú avbyrging og einsemi, men eisini um vón. 

 

Plátan tók átta ár

Tað tók Astrid Samuelsen átta ár at seta fyrstu soloplátuna í verðina, eftir at hon í 2017 fór burturúr Deadpan Interference og De Underjordiske. 

"Eg trúði ikki upp á meg sjálva. Tað er tað stutta svarið," viðgongur hon erliga. 

Astrid Samuelsen viðgongur eisini, at hon endaði í einari samleikakreppu, tá brádliga skuldi fóta sær av nýggjum sum tónlistafólk og menniskja. 

"Hvør var eg, um eg ikki var tónleikari? So var eg bara Astrid, ið ikki fekk nakra útbúgving, og í dag arbeiði sum bókhaldari."

Tá alt kom til alt, so skuldi Astrid bara spyrja vinmannin Kristian Alexander Pedersen, um hann var sinnaður at framleiða plátuna, og tað tímdi hann væl. 

"Síðani hevur tað tikið okkum nøkur ár at fáa plátuna lidna, tí tað var ikki nøkur deadline fyri útgávuna, so tað hevur ikki havt skund sum so."

 

Væntar eitt "Jesus-barn"

Astrid Samuelsen, sum er vorðin 37 ár, er eisini við barn og er sett til at eiga jólaaftan. 

"Ja, tá kemur eitt lítið Jesusbarn," skemtar hon og avdúkar, at tað verður ein genta. 

Hetta við at skula blíva mamma er sjálvsagt nakað, ið eisini ger, at hon beint nú als ikki jakstrar stóra tónleikadreymin.

"Eg havi roynt at koyrt runt í einum køldum vøruvogni og jaktað tónleikadreymin. Men nú eg eri vorðin 37 ár, so njóti eg eisini at arbeiða sum bókhaldari og at reiðrast og fyrireika meg uppá, at vit skulu vera ein familja, sjeikur og eg."

Hoyr alla samrøðuna við Astrid Samuelsen um "Who Do You Pray For" í LEITISSTEIN. 

 

Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

1764945

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139