Steinar Eirikstoft verður stjóri í Faroe Ship

Steinar Eirikstoft verður stjóri í Faroe Ship
Hann tekur við starvinum 1. desember.
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, tekur 1. desember við sum stjóri í Faroe Ship.
Mynd: Birita Matras Petersen  
 
22.09.2025 - 13:52

Steinar Eirikistoft verður nýggjur stjóri í Faroe Ship, og hann tekur við starvinum 1. desember.

Steinar Eirikstoft er í løtuni forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Hann tekur við eftir Boga P. Nielsen, sum verður stjóri í Pelagos. 

Steinar Eirikstoft hevur HD1 og HD2 prógv frá Copenhagen Business School (CBS), prógv sum Master í framleiðslu og leiðslu frá Danmarks Tekniske Universitet (DTU) og B.S.c. prógv í el-verkfrøði frá sama skúla.

Hann hevur meira enn 14 ára royndir í leiðslustørvum, bæði í Føroyum og Danmark. 

Seinastu seks árini hevur Steinar Eirikstoft verið stjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Hoyr samrøðu við Steinar Eirikstoft her:

 

22092025_Steinar

 

Fyribils stjóri

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur avgjørt at seta Per Busk sum virkandi sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum og forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið frá 1. desember,  til nýggjur stjóri er settur. 

Per Busk hevur drúgvar royndir sum sjúkrahússtjóri frá Esbjerg og Grindsted Sygehus, skrivar heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. 

Starvið sum sjúkrahússtjóri og forstjóri verður lýst leyst seinni í ár.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andaktin
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364