Tapini í peningastovnunum eru lítil

Tapini í peningastovnunum eru lítil
Síðani 2022 eru millum 3,4 og 3,8 prosent sett av móti tapi hjá vinnuni og millum 0,8 og eitt prosent til lán hjá húsarhaldum
Útlánsvøksturin í peningastovnunum til privatu vinnuna var 10,6 prosent í juli, og innlánsvøksturin Innlánsvøksturin var 10,5 prosent. (Savnsmynd)
 
22.09.2025 - 08:08

Tap og avsetingar móti tapi hjá føroysku peningastovnunum eru lítil.

Tey eru okkurt um tvey prosent av útlánunum og veðhaldunum. 

Peningarstovnarnir hava síðani 2022 sett av millum 3,4 og 3,8 prosent móti tapi hjá vinnuni.

Avsetingarnar til lán til húsarhaldini hava verið millum 0,8 og 1 prosent. 

Tað skrivar Váðaráðið.

Tað skrivar eisini, at øll fýra pensjónsfeløg og tryggingarfeløg hava góðan solvens.

 

Útlán og innlán

Útlánsvøksturin til privatu vinnuna var 10,6 prosent í juli.

Hann er vaksin nógv samanborið við tað, sum hann var várið 2024, tá hann var negativur.

Innlánini eru eisini vorðin størri. Innlánsvøksturin var 10,5 prosent í juli.

Innlányvirskotið í peningastovnunum er stórt.Innlánini er 3,8 milliardir krónur størri enn útlánini.

Váðaráðið er varugt við, at vøksturin í innlányvirskotinum er stórt.

Tað hyggur eftir, um vøksturin er varandi ella bara fyribils.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585