Endamálið er at gera fosturtøkulógina tíðarhóskandi

Endamálið er at gera fosturtøkulógina tíðarhóskandi
Uppskotið um fosturtøkulóg er lagt fyri tingið, og tað fær fyrstu viðgerð hósdagin
Uppskotið um fosturtøkulóg er lagt fyri tingið, og tað fær fyrstu viðgerð hósdagin. Fá fólk vóru í tingsalinum, men nógvir áhoyrarar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2025 - 14:31

Endamálið við uppskotinum er at dagføra galdandi lóg um fosturtøku, soleiðis at hon verður meira tíðarhóskandi og avmyndar verandi siðvenju á økinum. Somuleiðis verður lógin lagað til føroysk viðurskifti.

Tað siga Ingilín Didriksen Strøm, Hervør Pálsdóttir, Karlot Hergeirsson og Eyðdis Hartmann Niclasen, sum hava lagt uppskot um fosturtøkulóg fyri tingið.

Endamálið við uppskotinum er at tryggja, at allar kvinnur eru eins fyri lógini.

Uppskotssetararnir siga, at galdandi lóg er ógreið og verður tulkað so mikið ymiskt, at hon skapar ótryggleika, óvissu og ójavna.

 

Hesi fýra eiga uppskotið um fosturtøkulóg.

 

So fáar fosturtøkur sum til ber

Endamálið við uppskotinum er eisini at hava fosturtøkutalið so lítið sum gjørligt. Dentur verður tí lagdur á at betra um møguleikarnar hjá kvinnum, sum umhugsa fosturtøku, at fáa viðkomandi ráðgeving frá fakfólki, eins og dentur verður lagdur á upplýsing og fyribyrging, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið.

Lógaruppskotið er sum heild einsljóðandi við lógaruppskotið hjá Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, sum fall í fjør.

Men haraftrat verður skotið upp at geva løggildum heilsustarvsfólki møguleika at verða frítikin fyri at fremja ella viðvirka til fosturtøku. Hetta er sama uppskot, sum ein minniluti í rættarnevndini mælti til at gera í uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fjør.

Uppskotið um fosturtøkulóg fær fyrstu viðgerð í tinginum hósdagin. 

Les uppskotið her

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Karlot Hergeirsson.

 

Fá tingfólk vóru í salinum, tá uppskotið var lagt fram. 

 

Liljan Weihe.

 

Jóhannis Joensen sat í formanssessinum, tá framløga var í tinginum í dag. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098