Íbúðir á Argjum og í Klaksvík til viðskiftafólk hjá LÍV

Íbúðir á Argjum og í Klaksvík til viðskiftafólk hjá LÍV
LÍV fastogn byggir bústaðir á Hamrinum á Argjum og við Sandin í Klaksvík
Íbúðirnar, sum LÍV byggir á Hamrinum á Argjum.
 
25.09.2025 - 08:38

LÍV fastogn byggir bústaðir á Hamrinum á Argjum og við Sandin í Klaksvík.

Tær eru ætlaðar viðskiftafólki hjá LÍV.

Íbúðirnar vera klárar næsta summar.

Eftirlønarkundar, sum hava goldið inn regluliga ella nú fáa eftirløn útgoldna, hava framíhjárætt, men allir kundar kunnu tekna seg til eina íbúð.

Íbúðirnar, sum LÍV byggir við Sandin í Klaksvík. 

 

33 íbúðir á Argjum og 56 í Klaksvík

Á Argjum skulu byggjast tríggir bygningar í fýra hæddum við 33 íbúðum. 

Íbúðirnar vera millum 105 og 120 bruttofermetrar.

Í Klaksvík skal byggjast ein bygningur í fýra og fimm hæddum.

Íbúðirnar har vera 56 til 105 bruttofermetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655